Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ALMENN MÓTTØKA Í ZAREPTA Í DAG KL. 14.00

Danial Viðoy

– bygningur tikin í brúk.

Tíðindaskriv um móttøku í dag:

bygningur tikin í brúk.

Í samband við, at nýggi stórbygningurin í Zarepta verður tikin í brúk í summar, bjóðar Zarepta til almenna móttøku leygardagin 21. mai frá kl. 14.00 til kl.17.00. Tá verður høvið at síggja allan bygningin. Kl.15.00 verður almenn samkoma í salinum í Zarepta, har 17 sangarar úr Klaksvík koma at syngja, og kunnað verður um arbeiði og Zarepta.

Í endanum av móttøkuni verða tey trý nøvnini løgd fram, sum nú verða sett á tey trý húsini, sum mynda Zarepta í dag. Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum er ein av fyrireikarunum, sigur við sandportalin, at øll eru hjartaliga vælkomin, og at ein drekkamuður verður at fáa.