Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn móttøku á sambýlinum við Mylnutún

Almannamálaráðið og Almannaverkið

Hósdagin 19. november fær Almannamálaráðið handað nýggja sambýlið fyri fólk við menningartarni við Mylnutún 7 í Klaksvík frá Landsverki.

Hósdagin 19. november fær Almannamálaráðið handað nýggja sambýlið fyri fólk við menningartarni við Mylnutún 7 í Klaksvík frá Landsverki.

Í hesum sambandi verður almenn móttøka á sambýlinum við Mylnutún 7:

Hósdagin 19. november millum kl. 14 og 16

Almannamálaráðið hevur latið sambýlið við Mylnutún byggja.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at fólk við menningartarni nú fáa eitt sambýli, har borgarnir hava hvør sína íbúð, sum er bygd til endamálið og tørvin.

– Búfólkini á sambýlinum við Mylnutún fáa góðar og virðiligar umstøður og kunnu kenna seg trygg í sínum nærumhvørvi. Við hesum fáa tey góðar fortreytir at liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív – eisini uttan fyri heimið, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Sambýlið við Mylnutún hevur 12 búeindir, allar búeindirnar eru knýttar at einum felagsøki.

Øll eru hjartaliga vælkomin til almennu móttøkuna á sambýlinum við Mylnutún 7

Almannamálaráðið og Almannaverkið