Tað kemur óvart á Sjálvstýrisflokkin, at uppskotið um alment koyrikort hevur loypt øði í onkrar koyrilærarar.
Uppskotið er fyrst og fremst sett fram við ferðslutrygdini í huga, men eisini við tí í huga at tryggja viðurskiftini hjá koyrilærarunum
Ætlanin hjá Sjálvstýrisflokkinum við uppskotinum um alment koyrikort er at tryggja eina eins skipaða frálæru, so øll fáa somu frálæru, tillagað tørvinum hjá tí einstaka.
Sjálvstýrisflokkurin undirmetir als ikki føroysku koyrilærararnar, men vil heldur tryggja teimum góð og trygg viðurskifti, til frama fyri ferðslutrygdina.
Í dag kann koyrikortið sigast at vera ein mannarættur. Tí metir Sjálvstýrisflokkurin, at tíðin er komin, at koyrifrálæran verður samskipað frá barnagarði til tann dagin, næmingurin stendur við koyrikortinum til bil í hondini.
Tað harmar tí Sjálvstýrisflokkin almikið, at uppskotið um alment koyrikort, sum er sett fram við ferðslutrygdini í huga, er vorðið so misskilt av ávísum koyrilærarum.
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður




