Tað vakti mikla undran tá danska fíggjarmálaráðið um ársskiftið gav almennum stovnum í Danmark boð um, at teir skuldu telja hvussu nógvar flaggstengur teir nýttu at flagga við á almennum donskum flaggdøgum.
– Skulu vit hava nýggjan trúnarving?
– Skulu vit flagga við ES-flaggi?
– Ella hvat man stjórnin arbeiða við í tí dulda?
Gitingarnar vóru nógvar, og nú er gátan loyst.
Í einum skrivi til Ritzau skrivar forsætismálaráðið nú, at ráðið hevur umhugsað, at almennu stovnarnir skulu flagga við føroyskum flaggi tann 25. Apríl (flaggdagin), og við grønlendskum flaggi tann 21. Juni (tjóðardagin).
Forsætismálaráðið hevur tí sett eitt arbeiði í gongd fyri at finna útav, hvat hetta krevur av praktiskum arbeiði, áðrenn nøkur endalig politisk avgerð verður tikin í málinum.
Enn er eingin politisk støða tikin í hesum sjáldsama málinum um flaggstengur, og hvørki føroyskir ella grønlendskir myndugleikar eru kunnaðir um ætlanina.




