– Tilmælini frá brúskaparfrøðingunum um at trimma almennu Føroyar eru nýggj og neyðug.
Almennu Føroyar mugu trimmast, um vit skulu varðveita valferðina í framtíðini, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Búskaparráðið hevur latið úr hondum frágreiðing um búskapin við nógvum tilmælum.
– Fólkaflokkurin heldur frágreiðingin er góð og áhugaverd. Tilmælini frá brúskaparfrøðingunum um at trimma almennu Føroyar eru nýggj og neyðug. Almennu Føroyar mugu trimmast, um vit skulu varðveita valferðina í framtíðini, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
– Eisini vísir frágreiðingin á, at landskassanum tørvar inntøkur. Og tað ger hann eisini, men í staðin fyri at eggja til nýggjar inntøkur gjøgnum økt virksemi, tykjast bæði Búskaparráðið og fíggjarmálaráðharrin bert at uppfinna nýggjar hættir at súgva meiri burtur úr verandi inntøkum.
– Fíggjarmálaráðharrin mælti so seint sum fríggjakvøldið í Degi og Viku til at skatta bústaðir. Hetta er bara ein máti at smoyggja ognarskatt oman yvir Føroya fólk, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Hann vísir á, at Fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir gjørt púra greitt, at hann undir ongum umstøðum fer at taka undir við ognarskatti í Føroyum. Allar ognir í Føroyum eru keyptar við skattaðum peningi og vit eiga ikki at skatta somu pengar fleiri ferðir, sigur hann.
– At seta føtur undir egið borð er nakað, ið liggur djúpt í øllum føroyingum. Ognarskattur er tí eitt álop á føroysku fólkasálina, sigur Jørgen Niclasen.
Betri vinnukarmar
– Allur Vesturheimurin roynir at sleppa burtur úr fíggjarkreppuni við at geva vinnulívinum so góðar umstøður at virka undir sum gjørligt. Hetta er eitt rák, sum vit í Føroyum eiga at fylgja, sigur Jørgen Niclasen.
– Vit ynskja at breiðka skattagrundarlagið, men tað skal gerast við vaksandi vinnu, sum skapar nýggjar inntøkur í samfelagnum. Tankin hjá fíggjarmálaráðharranum um at skatta vinnuna enn harðari er skrúvan, sum læsir allan framburð fastan, sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur tað, at tað er júst vinnulívið, sum skal fáa okkum burtur úr teirri altjóða fíggjarkreppu, sum Føroyar eisini eru ein partur av.
– Tað er ein cliché, men hon er líka sonn fyri tað: – Tað er avmarkað, hvussu nógv tú kanst royta ein skalluttan.
– Allir tankar framhaldandi at skatta fólk og vinnulív meira, er ikki nøkur gongd leið eftir Fólkafloksins hugsan. Eingin fer væl av tí at ein annar fer illa, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkaflokksins.




