Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennur fundur í Skála skúla, har ljós verður varpað á demens sjúkurnar

Tíðindaskriv

Til tess at varpa ljós á demens sjúkurnar og avbjóðingarnar,ið standast av teimum, skipar Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fyri almennum fundi í Skála skúla týsdagin 24.05.16 kl. 19.00 – 21,30.

Tað verður Sofus Joensen, serlækni í psykiatri, sum kemur at leggja fyri, har hann greiður frá um demens sjúkurnar.

Forkvinnan í Alzheimaerfelagnum Halldis Joensen tosar um virksemið hjá Alzheimerfelagnum og avbjóðingarnar hjá familjuni, tá ein av teirra kæru fær eina demens sjúku.

Økistænastan hevur ætlanir um at menna tænastuna á demensøkinum og við tí stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag ,og verður tað Kristbjørg Toftegaard, demenssamskipari, ið kemur at greiða frá nýggja dagtilboðnum á Skála, sum ætlandi letur upp í næstum.

Sangur og tónleikur verður eisini á skránni – og verða tey bæði, Niels Midjord og Eilin Hansen, ið koma at framføra.

Kaffimunnur við onkrum góðum verður eisini at fáa

Harleywoodpaint