Fríggjakvøldið 19. februar kl 19:00 verður almennur fundur í Tofta skúla um verkætlanina Eysturoyartunnilin. Tað skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.
Á fundinum fer leiðslan í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar P/F at greiða frá hvussu tað gongur við fyrireikingunum av Eysturoyartunnlinum og um tíðarætlanina.
Umframt kunningina um tunnilin, verður eisini sangur á skránni fríggjakvøldið. Nes kommuna skrivar á heimasíðuni, at Undirhúskórið luttekur á fundinum.




