Almennur fundur við heitinum Fólkavald verður á Hotel Føroyum mánakvøldið 23. september kl. 19:00
Almennur fundur við heitinum Fólkavald verður á Hotel Føroyum mánakvøldið 23. september kl. 19:00
Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur og Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, fara at røða um fólkavald í løgfrøðiligum og søguligum høpi.
Eftir steðgin luttaka Bárður Larsen, løgfrøðingur og Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur sum eygleiðarar og viðmerkjarar.
Orðstýrari er Beinta Löwe Jacobsen
Fundurin er eitt lið í eini røð av upplýsandi átøkum um, hvat fólkaræði merkir, og hvussu tað virkar í gerandisdegnum.
Fakfeløg, ungmannafeløg og áhugafeløg skipa fyri.




