Fyrilestur um framtíð og framburð
Í morgin, týsdagin 7. apríl, kl. 10.00 – 12.00, skipa lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri almennum fyrilestri um samband ímillum almennan politikk og fyrisiting og føroysku oljuvinnuna.
Fyrilesturin verður hildin í Jónas Broncks gøtu 25 í Tórshavn.
Teir, ið fara at siga frá, eru:
• Jan Eiden Müller, journalistur og stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki (FOÍB), fyrrverandi stjóri í Miðlahúsinum
• Tróndur Djurhuus, journalistur og sjálvstøðugur vinnurekandi, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum
Teir fara at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið í oljuvinnuni seinastu árini og serliga, hvussu viðkomandi almennir stovnar, og ikki minst embætisfólkini, hava verið við í mun til fyrisiting innan málsøkið, nationalt og internationalt.
Teir royna at svara spurninginum: hvussu tað ber til at menna samfelagið – bæði politikarar, embætisfólk, serfrøðingar og vinnuna – við olju- og frálandsvinnuni sum dømi.
Høvi verður at ogna sær bókina OLJAN, sum Jan E. Müller og Tróndur Djurhuus hava skrivað, og sum kom út í desember 2014.




