Klokkan 10 í morgun fer borgarstjórin at seta spakan í til bygging av nýggja miðbýnum. Í hesum sambandi veður bjóða til alment hátíðarhald.
Klokkan 10 í morgun fer borgarstjórin at seta spakan í til bygging av nýggja miðbýnum.
Í hesum sambandi veður bjóða til alment hátíðarhald.
Tíðindaskriv:
Hervið verður bjóðað til alment hátíðarhald ímiðbýnum íKlaksvík týsdagin28.oktoberkl.10:00, har spakin verður settur í fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.
Fyrstabyggingin íhjartanumavmiðbýnum íKlaksvíkverðurnúveruleiki
Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava seinastu tíðina samráðst um eina byggiverkætlan í sjálvum hjartanum av miðbýnum í Klaksvík, sum fevnir um bygging av íbúðum, og har veghæddin verður løgd av til alment, útatvent virksemi.
Eftir drúgvar og konstruktivar samráðingar millum Bústaðir og Klaksvíkar kommunu er nú borið á mál við hesi spennandi verkætlan, so Biskupstorgið nú kanngerast veruleiki í tráð við løgdu miðbýarætlanina. Eftir ætlan verður bústaðaparturin fyriskipaður í einum samstarvi millum Bústaðir og P/F Tryggingarfelagið LÍVsamtakið.
Tað eru umleið tríati ár síðan, at fyrsta miðbýarætlanin fyri Klaksvík varð samtykt, so talan er veruliga um eitt søguligt gjøgnumbrot.
Heilsutrygd,Barnaverndin,NR,SernámogGigni undireitttak
Í samband við keypið av Posthúsbygninginum, sum skal út- og umbyggjast til mentanarhús, bant Klaksvíkar kommuna seg til at útvega hóskandi hølir til Heilsutrygd.
Tá ið bygningurin hjá BankNordik, sum liggur sera væl og mitt í býnum, varð lýstur til sølu, kannaði býráðs- umsitingin møguleikarnar fyri at nýta hann til virksemið hjá Heilsutrygd. Samstundis lat hetta upp fyri fyri atsamansjóða eina felags hølisloysn í hesum bygningi fyriHeilsutrygd og nøkrum av deildunum, sum kommunanvarðar av. Ein flyting av Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni undir somu lon gevurgrundarlag fyri einum enn betri fakligum umhvørvi fyri starvsfólkini og harvið eisini betri tænastum tilborgararnar.
Felagið Christian í Grótinum hevur ætlanir um at keypa bygningin frá BankNordik. Klaksvíkar kommuna hevurgjørt leiguavtalu við Christian í Grótinum við tí endamáli at tryggja virksemið hjá Heilsutrygd, Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni. Avtalur eru gjørdar við hesar deildir og stovnar, sum við hesum fáa eina varandi, nútíðar hølisloysn.
BankNordikbyggirsærnýttsætiímiðbýnum íKlaksvík
Í sambandi við, at BankNordik selir verandi bankabygning, hevur bankin tikið avgerð um at flyta sítt sæti her í økinum oman í sjálvan miðbýin í Klaksvík, har nýggi bygningurin eftir ætlan verður partur av Biskupstorginum. Ætlanin um sølu og bygging er tó treytað av, at øll formlig viðurskifti fáast upp á pláss. Nýggi bankabygningurin er ein partur av ætlanum bankans um at verða ein sjónligur og virkin viðleikari í økinum.
Sostatt er her talan um fleiri aktørar – Bústaðir, P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið, Heilsutrygd, BankNordik, Christian í Grótinum og Klaksvíkar kommunu – sum seinastu tíðina hava samstarvað um at fáa omanfyri nevnduverkætlanir førdar út í lívið.
Vit eru ikki í iva um, at henda verkætlan er til frama fyri nógvar ymiskar tættir í samfelagnum, og tað er tí viðgleði, at vit leggja hesa verkætlan fram.




