Undirritaði koyrir ofta gjøgnum tunlarnar á Kalsoynni og hevur mangan haft á orði, hvussu væl tað riggar við teimum “sjálvlýsandi” træpinnunum, sum eru festir í veggirnar báðu megin við.
Undirritaði koyrir ofta gjøgnum tunlarnar á Kalsoynni og hevur mangan haft á orði, hvussu væl tað riggar við teimum “sjálvlýsandi” træpinnunum, sum eru festir í veggirnar báðu megin við.
Einkult, trygt og gott – og sera bíligt. Soleiðis skal tað vera!
Nú er so tað hent, at Landsverk er farið at seta ravmagnsljós upp øðrumegin – eitt ljós ímillum hvørjar 2 pinnar, í somu hædd sum pinnarnir.
Hetta nýggja ravmagnsljósið er ikki gott fyri nakað sum helst. Tú sært í grundini verri, ravmagnsljósini ørkymla bilføraran, og tað er einki at ivast í, at trygdin í tunlunum er verri nú, enn áðrenn hesi ljósini komu.
Eitt stórarbeiði er gjørt, áðrenn hesi ravmagnsljósini kundu lýsa: grivið er fyri kaðlum til tunnlarnar og grivið er ígjøgnum tunlarnar fyri kaðlunum; hartil kemur uppseting og mangt, mangt annað. Talan er uttan iva um millióna upphæddir. Og so kemur rakstrarkostnaðurin til SEV og viðlíkahald afturat!
Eg havi lagt merki til, at teir eru eisini farnir at gera ljós av sama slag í tunlinum millum Árnafjørð og Norðtoftir. Tilsamans verður helst talan um tíggjutals milliónir til onga verðins nyttu.
Eg havi fregnast eitt sindur um, hvussu hendan ørvitisætlanin er komin í lag. Svarið er: “ta er eitt minstakrav, at ravmagn er í tunlum.”
Eg spyrji, um tað eru mikladalsmenn ella hvør ið tað er, sum kemur við slíkum krøvum. Nei tað er ein ávísur “standardur”, sum krevur tað!!!
So sigur onkur, at hetta er neyðugt, um so skuldi verðið, at onkur vanlukka hendi inni í tunlinum í myrkri! Vit hava fimti ára royndir við tunlum í Føroyum – hvussu ofta munnu slíkir tilburðir hava verið higartil? Og fyri alt tað, so gongur hvørt menniskja í dag við fartelefon í lummanum, og tær hava helst allar innbygdar lummalyktir!
Álvaratos: er eingin í tí høga stovni, sum nýtur heilt vanligt vit og skil eina løtu og spyr, um hendan milliónaíløgan yvirhøvur er til gagns fyri nakran og nakað???
Skattgjaldari




