Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alment: Santos gjørt sáttmála fyri 2017

Jákup Ósá

Nú er greitt, hvar Alex dos Santos spælir í 2017.

Nú er greitt, hvar Alex dos Santos spælir í 2017.

Les eisini: Kúvending: ÍF í samráðingum við vinstra bakk

ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við roynda vinstra bakkin Alex dos Santos. Tað ljóðaði annars fyrr í ár, at hann ikki fór at halda fram í ÍF.

ÍF skrivar soleiðis á síni heimasíðu í kvøld:

Alex heldur fram

Um umleið 5 vikur verður Effodeildin skotin í gongd, tá okkara menn skulu spæla móti nýggja Suðuroyarliðnum á útivølli við Stórá í Trongisvági.

Hetta merkir eisini, at fyrireikingarnar til komandi ár eru komnar væl áleiðis, og í dag hevur ein av royndastu leikarunum í Føroyum sett sítt navn á ein sáttmála, ið er galdandi fyri 2017.

35 ára gamli Alex José dos Santos, sum spældi næstflestar minuttir fyri okkara menn í fjør, verður aftur at síggja í reyða ÍF búnanum í ár. Alex, ið hevur spælt tilsamans 308 dystir í fremstu deildini, spældi tilsamans 27 dystir fyri okkum í fjør og skeyt eitt mál.

Harleywoodpaint