Vit bjóða inn til alment bilkvøld hóskvøldið 28. mars kl. 19.00, har tú fært forkunnuga vitan um tú ert áhugaður í bilum.
Skráin er hendan:
· Kl. 19.00 Vælkomin
· Kl. 19.05 – 19.15 Samrøða við Magnus Gunnarsson. Hvat skalt tú hugsa um, tá tú keypir nýggjan bil?
· Kl. 19.15 – 19.30 Samrøða við Sofus Hansen. Hvussu røkir tú ein bil, so hann heldur sær? Hvat skalt tú hugsa um, tá tú keypir brúktan bil?
· Kl. 19.30 – 19.45 Framløga við Terja Nielsen frá SEV. Umhvørvisvinarligir bilar.
· Kl. 19.45 – 20.00 Kjak um tað góða bilkeypið. Magnus, Sofus og Terji.
· Kl. 20.00 – 20.15 Betri leggur fram um bilfígging og biltrygging. Hvørjir møguleikar eru? Hvat er best í mun til tín tørv?
· Kl. 20.15 Ábit og møguleiki at práta við serfrøðingar um tínar ætlanir.
· Kl. 20.45 Vinningur á 5.000 kr frá Magn og Effo verður burturlutaður
Á hvørjum tiltaki hevur tú møguleikan at vinna eitt gávukort á 5.000 kr. frá Magn ella Effo.
Tiltakið er alment, men fyri at vit kunnu vita nøkunlunda, hvussu nógv koma, hevði tað glett okkum, um tú meldar til tiltakið her: https://www.betri.fo/bilkvold
Tú ert vælkomin at deila hetta við onnur, sum tú heldur kundu hugsað sær at vita meira og luttikið hóskvøldið 28. mars kl. 19.00 í Betri í Klaksvík.
Ver hjartaliga vælkomin J




