Skulu øl og vín verða seld í handlunum? Tann spurningurin verður umrøddur á almennum tiltaki, sum verður í Perluni í Havn í kvøld klokkan 20.
Skulu øl og vín verða seld í handlunum? Tann spurningurin verður umrøddur á almennum tiltaki, sum verður í Perluni í Havn í kvøld klokkan 20.
Tað eru Ung fyri Miðflokkin, ið skipa fyri tiltakinum.
Pál Weihe fer fyrst at halda ein fyrilestur um evnið, og aftaná fara 4 politikarar at kjakast. Tey eru:
Jørgen Niclasen (Fólkaflokkurin)
Bill Justinussen (Miðflokkurin)
Kaj Leo Johannesen (Sambandsflokkurin)
Ruth Vang (Framsókn)
Sambært eini síðu á facebook sær út til, at áhugin fyri tiltakinum er stórur.




