Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ALS avlýsir móttøku

Norðlýsið

Marjun Eystberg, virkandi stjóri í ALS váttar at eingin móttøka verður fyri fráfarna stjóranum í ALS, sum tað annars verður lýst í bløðunum.

Í Dimmalætting sum kom út tann 11. Januar og 16. Januar verður lýst við móttøku í samband við at stjórin seinastu 7 árini fór úr starvið. Móttøkan skuldi verða í hølunum hjá ALS við tinghúsvegin fríggjadagin 18. Januar, men nú váttar Marjun Eystberg at lýsingarnar eru afturtiknar og móttøkan verður av ongum.

Nógv rumbul hevur verið um samsýningina sum stýrið fyri ALS játtaði fráfarandi stjóranum og fekk hetta avleiðingar fyri stýrisformannin, sum var frákoyrdur. Harafturat hava fleiri fakfeløg heitt á alt stýrið um at leggja frá sær.
Harleywoodpaint