Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service P/F fyri at fylgja niðurstøðuni frá TAKS

Faroe Offshore Service P/F

Faroe Offshore Service P/F er nú í tí margháttligu støðu at Arbeiðsloysisskipanin hevur stevnt Faroe Offshore Service P/F fyri at fylgja niðurstøðuni frá TAKS.

Tíðindaskriv frá Faroe Offshore Service P/F.:

Seinastu dagarnar hevur eitt mál, har ALS hevur stevnt einum felag í sambandi við ALS-gjald, verið viðgjørt í fjølmiðlunum.

Faroe Offshore Service P/F metir, at lýsingin av málinum er eitt sindur avmarkað, og tí hendan stutta frágreiðing um málið.

Málið snýr seg í stuttum um, at umsitingin av Barsilslógini og ALS-lógini ikki eru eins, hóast ásetingarnar í lógunum eru eins.

Faroe Offshore Service P/F fór í 2011 undir at leiga arbeiðsfólk til Noregs. Flestu av hesum høvdu søkt um, og fingið, frítøku fyri at gjalda til Folketrygd í Noregi. Faroe Offshore Service P/F metti tí, at tað var neyðugt at kanna, hvørjar treytir vóru fyri hesi frítøku, og hvørji gjøld skuldu gjaldast í Føroyum.

Serliga varð hugsað um ALS og Barsilskipan. Tað vísti seg skjótt, at hóast lógarásetingarnar í báðum skipanunum eru eins, er umsitingin ikki eins.

Mest umráðandi fyri Faroe Offshore Service P/F var, og er, at arbeiðsfólkið er tryggjað eftir galdandi reglum.

Faroe Offshore Service P/F er av teirri fatan, at eins lóggáva má umsitast eins. Tí varð mett neyðugt at kanna nærri, hví umsitingin ikki var eins, og hevur Faroe Offshore Service P/F havt nógv samskift við ALS og Barsilsskipanina um hetta.

Hetta samskiftið var í fyrstu atløgu við Barsilsskipanina, sum TAKS umsitur. Tá TAKS í januar í 2013 kemur til eina endaliga niðurstøðu, var hendan ikki í tráð við umsitingina hjá ALS, og tí vendi Faroe Offshore Service P/F sær aftur til ALS. Samskiftið við ALS vardi fram til juni 2015.

Faroe Offshore Service P/F er av teirri fatan, at hetta er eitt mál, sum TAKS og Arbeiðsloysisskipanin eiga at loysa í felag.

Tá hesir stovnarnir framvegis ikki kundu semjast, sá Faroe Offshore Service P/F, í juni 2015, ongan annan útveg, enn at fáa eina kærunevnd at taka avgerð í málinum.

Av tí at málið í høvuðsheitum snýr seg um, hvat er A inntøka og hvat ikki er A inntøka, metti Faroe Offshore Service P/F, at niðurstøðan hjá TAKS var røtt. Tí var avgerðin hjá ALS kærd til Kærunevndina hjá ALS, har heitt var á Kærunevndina um at staðfesta niðurstøðuna hjá TAKS.

Kærunevndin hjá ALS tók, í desember 2015, undir við niðurstøðuni hjá TAKS og gav Faroe Offshore Service P/F viðhald.

Í februar 2016 boðar ALS, við skrivi til, Faroe Offshore Service P/F frá, at Stýrið fyri ALS hevur tikið avgerðina hjá Kærunevndini til eftirtektar og at ALS metir málið endaliga avgreitt.

Hóast hesa fráboðan velur Stýrið fyri ALS í juni 2016, at stevna Faroe Offshore Service P/F í sama máli.

Faroe Offshore Service P/F er nú í tí margháttligu støðu at Arbeiðsloysisskipanin hevur stevnt Faroe Offshore Service P/F fyri at fylgja niðurstøðuni frá TAKS.