Hatta var ein av teimum dystunum, sum innihelt bara eitt mál, og ein verjufeilur gjørdi at stigini endaðu í Havn, sigur Tony Paris
– Eg haldið at hvørki av liðunum livdu upp til tað, ein kundi vanta.
– Í fyrra hálvleiki høvdu vit eini 10 hornaspørk, uttan at nakað sum helst spurgdist burtur úr, og tað er sjálvandi sera skuffandi.
– Vit gera ein feil í verjuni, og so brúkar Sylla møguleikan 100%, og tað vita vit at hann eisini vanliga gerð.
– Eg haldið at um ein skal vera rættvísur so hevði javnleikur ikki verið út av lagið tí vit vóru ikki verri enn teir.
– Kanska høvdu leikararnir í so nógvar nervar móti B36, tí tað hevur verið so nógv tosað og skrivað um hvussu góðir teir eru .
Hyggja frameftir
Tony Paris sigur at nú hyggja teir fram til dystirnar um páskirnar.
– Sjálvandi eru leikararnir hjá VB/Sumba í góðum lag, nú teir vunnu sín dyst um vikuskiftið, men mínir leikarar gleða seg eisini at møta teimum.
– Tað verður ikki ein lættur dystur og spæla vit ikki upp til okkara besta, so vinna vit ikki.
– Men vit mugu vinna heimadystirnar, tí tað var júst her at vit skuffaðu so dyggiliga í fjør.
– Kappingin er long og vit hava 26 dystir eftir at leika so eg haldið at vit mugu hyggja frameftir og standa øksl móti øksl, klárir at taka ímóti øllum avbjóðingum.
Dysturin fluttur
Skírisdag spæla KÍ og VB/Sumba kl. 16:30 í Klaksvík. Orðsøkin er at stór fimleikaframsýning er í KÍ høllini, og hon byrjar kl. 15.




