Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Als ongin beinleiðis toskaveiða í 2008

Oliver Joensen

Hetta sigur nýggjasta tilráðingin frá ICES og Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at støðan er hættislig.

ICES er avgjørt í niðurstøðu síni um útlitini fyri toskastovninum undir Føroyum. Niðurstøðan er, at beinleiðis veiða eftir toski í 2008 eigur als ikki at vera loyvd.
Í stuttari viðmerking sigur Hjalti í Jákupsstovu við Norðlýsið, at fiskifrøðingar hava í áravís víst á vandan, men vit hava framhaldandi havt eitt nógv ov stórt veiðitrýst og nú síggja vit úrslitið. Tað verður fiskað við klænari línu inn á hvønn fjørð og harafturat koma ongar skerjingar í veiðidøgunum, so vit mugu vænta at tað verður galið ein dag.
til samanberingar kanst tú siga, at koyrir tú bara eitt vet skjótari eftir Oyggjavegnum enn bilurin frammanfyri, so fært tú hann aftur til endan, segði Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.