Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ALS skipanin kostar 26 milliónir í umsiting

Oliver Joensen

Karl Birgir Isaksen, ein av stóru vinnulívsmonnunum í Klaksvík undrast á sínum facebookprofili, at tað skal kosta so nógv í rakstri at reka arbeiðisloysisskipanina.

Karl Birgir Isaksen skrivar: ” ALS arbeiðsloysisskipanin, hví skal tað kosta heilar 26 mill. krónur at umsita skipanina ? Hvat við at umhugsa at flyta skipanina út á bygd ? Skipanin hevði heilt sikkurt spart 50 % av kostnaðinum ! Arbeiðsloysi er minkandi og umsitingarútreiðslurnar økjast! com on, something is rotten”.

26 milliónir til umsiting í Havn? Fyri stuttum var fyrilestrarhaldari úr Danmark her og helt fyrilestur fyri Vinnulívsráðnum í Klaksvík, har hesin greiddi frá, at har hann kom frá, høvdu teir góðar royndir av at flyta umsitingar út í økini.

Harleyfacadeacryl