Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt er ikki so ljósreytt

John William Joensen

Hanus Samró, tinglimur, sum stríðist hvønn dag við eina kroniska sjúku, helt fyri kortum eina sera viðkomandi og hugvekjandi røðu fyri TEDx er ein partur av átakinum TED (Technology, Entertainment, Design). Men stutt eftir heimkomuna, datt Hanus og slog seg illa. Við loyvi frá Hanus Samró endurgeva vit tað sum hann skrivar á sínum facebook profili.

Hanus Samró, tinglimur, sum stríðist hvønn dag við eina kroniska sjúku, helt fyri kortum eina sera viðkomandi og hugvekjandi røðu fyri TEDx er ein partur av átakinum TED (Technology, Entertainment, Design). Men stutt eftir heimkomuna, datt Hanus og slog seg illa. Við loyvi frá Hanus Samró endurgeva vit tað sum hann skrivar á sínum facebook profili.

HANUS SAMRÓ SKRIVAR:

Eg havi leingi verið bangin. Tað havi eg ongantíð sagt alment, men familjan og tættastu vinirnir vita tað. Eg havi stúrt fyri beinunum. Viðhvørt eru tey trygg, men sum oftast eru tey óstútt. Serliga, tá eg eri úti og hugni mær, sum eg var í gjár.

Til tykkum mongu, ið skrivaðu og viðmerktu røðuna, ið eg helt a TEDx, takk fyri.

Men alt er ikki so ljósreytt. Eg havi leingi verið bangin. Tað havi eg ongantíð sagt alment, men familjan og tættastu vinirnir vita tað. Eg havi stúrt fyri beinunum. Viðhvørt eru tey trygg, men sum oftast eru tey óstútt. Serliga, tá eg eri úti og hugni mær, sum eg var í gjár. Sum tit kanska hoyrdu í røðuni, er støðan ikki so hugalig (røðan er annars her: http://www.youtube.com/watch?v=-I4vXSS1eR0&sns=fb)

Og nu hendi tad so. Eg datt (knøini hoknaðu undan), men tad er ikki óvanligt. Avbjóðingin er at eg sleppa uppaftur. Sum oftast gongur tad yvir buksurnar og knøini, men í gjár var øðrvísi. Eg datt uttanfyri Margarinfabrikkina. Tíbetur var ein garður, ið eg kundi seta meg á, men hann var so mikið lágur, at tá eg royndi at reisa meg, fingu beinini ikki neyðuga stuðulin. Eg royndi nakrar ferðir, men beinini vildu ikki. Eg gjørdist síðan tvørur, og brúkti allan kroppin fyri at koma upp.

Tá kom yvirbalansa í, og eg fór eftir høvdinum fyrst. Hví brúkti eg ikki armarnar, hugsa tit kanska, men teir eru veikari enn beinini. Eg kláraði at snara høvdinum, so kjalkin tók í asfalti. Ikki nøsin ella snýði.

Og soleiðis kom løtan, ið eg havi sturt fyri. Nú siggja øll skaðan. Øll. Hetta er fyrstu fer í nastan tíggju ár, at eg havi felt nøkur tar. Eg havi goymt tad væl, men nú kann eg ikki goyma tad longur. Hetta er tann nakni og náðileysi sannleikin, men eg fari ikki at fjala hann. Skursli eri eg.

Eg veit ikki, hvussu man endar slíka dagføring, tí tad er øgiliga persónligt, men eg vildi bara kunna tykkum um tad.

Løgmaður segði, tá hann datt av súkkluni, at tað ræður um at koma á súkkluna aftur. Tað fari eg at gera. Eg fari a beinini aftur, og so halda vit fram.

Harleywoodpaint