At bróta niður hervirki – táið vit bróta niður hugsanarbygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud.” 2.Kor.10,4-5.
Skrivað hevur Victor á Lakjuni
Hans Andrias Sølvará ger nógv burtur úr mótsøgnini, sum hann sjálvur hevur fest á blað 3. mars., og sum eg vísti á í míni fyrru grein. Lat meg fyrst gera tað púra greitt, at ongastaðni havi eg nevnt við einum orði, at tað eru 6000 ár síðani Gud skapti heimin. Sagt varð av HAS “Uppáhald, um at Gud hevur designað lívfrøðiligar skipanir, kunnu hvørki prógvast ella mótprógvast:” Hvat er skapannarlæran?
Hon er henda : “Gud hevur skapt (designað) alt sum stendur í 1.Mós.kap.1.” Seinna uppáhaldið hjá HAS er soljóðandi: “Hevði vísindin ikki funnið mótprógv móti skapanarlæruni….”, sum eisini er, at Gud hevur skapt alt, “so høvdu tey flestu upplýstu kristnu framvegis verið kreationistar.” Niðurstøðan er mótsigandi og er henda: Táið Hans Andrias í seinna førinum sigur, at vísindin hevur funnið mótprógv móti skapanarlæruni, sum júst er, at Gud hin Almáttugi hevur skapt alt, og í fyrra førinum sigur, at skapanarlæran, sum eisini er at Gud hin Almáttugi hevur skapt alt, kann hvørki prógvast ella mótprógvast, so er hetta í mínum hugaheimi og helst hjá øllum øðrum ein mótsøgn. Síðani kemur testingarfrágreiðingin hjá honum, har allur logikkur er pantsettur, og her skal eg greiða frá hví : Evolutióslæran sigur, at alt lív á jørðini hevur ment seg frá eini urkyknu, sum á ein ella annan mystiskan hátt bara var har, uttan nakran Gud, uttan nakran Skapara.
Um nú Gud verður tikin burtur úr høpinum, tí tað má hann vera, sambært menningarlæruni og HAS, sum í Dimmu 27 mars.í mesta lagi avmarkar Gud til “eina mekanismu í menningarlæruni” og samstundis sigur at “vísindini kunnu einki siga um møguligar metafysiskar Guddómar, sum eru hinumegin empiriska/fysiska veruleikan”, tá hevur HAS sagt, at eingin guddómlig vera er handan skapaninna, tí legg væl til merkis : gudurin kann ikki bæði vera handan skapaninna og samstundis sum HAS sigur, at hann í mesta lagi er “avmarkaður til eina mekanismu í menningarlæruni.” Nú er jú hin metafysiski gudurin hjá HAS vorðin empiriskur, sum menningarlæran og HAS siga seg hava testað og avskrivað. Segði nakar logikkur ella skilvísi, ella pantseting av skili. Ella segði nakar: “Apes don´t read philosophy….Yes, they do, they just don´t understand it.” Við øðrum orðum stendur tað óreingiliga fast, at útsøgnirnar hjá HAS eru mótstríðandi.
Skilir tú hatta ?
HAS hevur nú gjørt sær ein mátingarstiga, eitt slag av einum testingaramboði, har hann er farin at bólka fólk ikki eftir vísindaførleika, nei, eftir tilvildini, sum minnir eitt sindur um tilvildina í menningarlæruni, eitt slag av úrveljing, har tey “minni mentu”(hetta líkist eitt sindur ástøðinum hjá Darwin) verða koyrd á ruskdungan við hesum vøkru lýsingarorðum: “Vísindaliga einkisigandi, óintellektuell, óimponerandi, ikki vísindaliga góðkend, tilvildarligir persónar, ikki autoritetar á økinum, óvitandi, óseriøs, als ikki vísindafólk (sum kortini eru tað), afturúrsigld, afturvístir granskarar frá 1800-talinum o.m.a. Hetta er tað sum HAS, søgulærarin, skírir vísindafólk, sum ikki taka undir við hansara útgávu av “vísindi”. Meg skírir hann at renna ørindi fyri kreationismuna, sum eftir hansara tykki er komin higar frá “antivísindaliga umhvørvinum í USA”. Slíkar útsøgnir siga meiri um mannin, enn tær siga um royndirnar hjá honum at prógva nakað sum helst. Ein segði tað so gott: “Einasta orsøk at so mong menniskju hava góðtikið menningarlæruna, er antin tí tey ynskja at trúgva á hana, ella tí, at tey eru kúgað at góðtaka hana av ótta fyri at verða kallað óvitandi ella afturhalds sinnaði ella onkur tílík “óttafull” nøvn.”
At Hans Andrias ert óærligur og leggur mær orð í munn, má standa fyri hansara egnu rokning, eg trúði hann dugdi at lesa. Ongastaðni í greinini, tað kann ein og hvør annar sum lesur hana,um nakar tímir, síggja, havi eg sagt um Karl Popper, at hann møsnar, men hesa feillesing ger hann nógv burturúr. Harafturímóti vísti eg bert á, hvat Karl Popper segði um Darwinismuna: “At hon er ikki eitt testbært vísindaligt ástøði, men ein metafysiskur granskingar táttur.”
Her vil hann eisini gera meg til lygnara, og sigur, at hetta er ósatt (tað sum Karl Popper segði um darwinismuna), tá hann sigur, at “hetta váttar mín illgruna um, at VL ongantíð hevur lisið Karl Popper.” Eg ivist í um hann man hava lisið alt verkið hjá Karl Popper, táið hann ikki veit hvar hatta stendur, sum telur eina ørgrynnu av bókum. Men eg skal siga tær hvar hatta stendur, nevniliga í “Unended Quest” av Karl Popper.
Testing
Nútíðar Darwinistiska ástøði fevnir søguliga ógvuliga langt, fyri tað mesta uttan manna hjáveru. Menniskja kemur einans til sjóndar í síðst møguliga brotpartinum í ástøðinum. Ein rúgva av hendigum fóru fram, sum ikki kundu vera eygleiddar og skrásettar. Eingin sá, um har var nakar “felags forfaðir” til allar livandi skapningar. Eingin sá hin ”tilhugsaða skapningin” sum kundi endurskapað so ofta, at hann til endans gjørdist fiskur, ella táið ein fiskur gjørdist ein ikki-fiskur, eitt froskdjór. Eingin sá um nátúrlig úrveljing var atvoldin til ómetaligu broytingarnar. Eingin sá stóra hópin av serstøkum tilburðum, sum eru uppáhildnar at vera hendar í hesum teoretiska tíðarskeiðinum. Men ástøði kemur við uppáhaldinum, at alt hetta hendi. Tú kanst ikki testa hitt fjarlagna farna, tí har vóru eingi eygleiðandi eygnavitnir. Alt sum tú kanst gera, er at gera ein spádóm um hvat kundi hent, um eitt slíkt ástøði var satt. Rannsóknarfólk kunnu testa okkurt “undirástøði” av spádóminum í “høvuðsástøðinum”, men hetta sigur einki um at “høvuðsástøði” er eitt fullbært og testbært hugtak. Hetta kann lættliga verða skilt við døminum um søguliga ástøðið, at lívið kom til jarðar við einum rúmdarfari.(Sjálvandi er hetta tað bera møsn, sum einki hevur við veruleikan at gera, men kann brúkast sum eitt dømi). Sub-teoriin, at ein livandi organisma “ættarfaðir mannaættarinnar” grulvaði út úr rúmdarfarinum(eg veit ikki,um tað var á øllum fýra), kann verða testa, men hetta testar ikki um eitt rúmdarfar kom til jarðar onkunstaðni úti úr alheiminum við okkara fyrstu lívkyknu. Soleiðis gjørdist ástøðið ein paradigma, eitt natúralistiskt heimssýni, har spádómar kunnu vera avrikaðir, men ástøðið í sjálvum sær kann ikki verða testað, og er tí ikki vísindi, júst sum evolutionisturin Karl Popper sigur : Ein metafysiskur granskingar táttur.
Tað er ikki einans tí hitt farna er ótestbært, at evolutión er víst á at vera eitt ótestbært ástøði, og tessvegna ikki vísindi; nei, tað er eisini tí, at táið evolutinistarnir gera spádómar, og hesir spádómar verða testaðir og falla sum eitt korthús, tá við eitt vekk rokna evolutinistarnir ástøðið sítt sum ikki testbært, men gera allskyns umberingar fyri um møguligt at røkka endamálinum, koma við frágreiðingum uttan atlit til vísindalig prógv, langar søgur fyri at fylla upp gjónna. (ein gjógv, sum eingin kann yvirtrína). Slíkt háttarlag vísir ótestbæru náttúruna í ástøðinum. At soleiðis er skikkað, eru óteljandi dømi um.
Darwin sjálvur spyr í “The Origin of Species” : “Hví er tað soleiðis, at táið sløgini(djóra- og plantusløg) smátt um smátt eru komin av øðrum sløgum, hví síggja vit ikki tá allastaðni óteljandi skepilsir eyðkend av broytingum?” Mundi hann ikki longu tá hava fingið kaldar føtur ? Maðurin sum allir evolutionistar trúliga byggja sína trúgv uppá, nevniliga Charles Darwin segði eisini: “Eg havi spurt meg sjálvan, um ikki alt, sum eg havi halgað lív mítt til, er heilaspuni. Av ørkymlan eri eg til reiðar at gráta yvir mín blindleika og mín erpinskap.” Darwin trúði eisini og helt uppá, at tilvildarlig frábrigdi og náttúrlig úrveljing “skaptu” lívið, og tí var ein Skapari óneyðugur. Hann segði: “Á henda hátt, frá bardaga náttúrunnar, frá hungri og deyða, fylgir beinleiðis hitt mest upphevjaða evni, sum vit eru før fyri at gitna, nevniliga framleiðslan av teimum hægru djórunum.” (Og her sipar hann til menniskjað, sum hann roknar uppí djórasløgini).
Samanumtøkan av hesum Darwinistiska sýni er henda : Við bardaga, líðing og deyða varð menniskjað framleitt.
Men hetta er beinleiðis í stríð við tað, sum stendur í 1.Kor.15,21, at “deyðin kom við menniskjanum.” Tey, sum skiltu óhugnaligu ábendingina í hesi anti-kristiligu trúnni, gjørdu sær við tað sama greitt, at tey máttu ikki geva seg undir slíkt ræðuligt. Serstakliga galt tað uppruna lívsins, menniskjað og deyðan.
Komanin av anti-bíbilska kritikkinum júst á somu tíð, fyrireikaði í stórum vrakaninna av skapanarlæruni í 1. Mósebók. Og stórsta atvoldin til áhaldandi vøkstin av bíbliu-kritikkinum var evolutiónslæran.
Prógv
Hans Andrias heldur lítið um kreationistisku heimildirnar, men eg kann geva honum nakrar evolutionerar av sama slag. Vegna New York Board of Regents hevði Luther Sunderland, uppruna granskari, viðtal við serfrøðingar innan paleontology á fimm av heimsins stórstu fornleivdar listasøvnum. Allir hesir eru evolutionistar, og nakrir eru eyðmerktir anti-kreationistar:
1. Einki av listasøvnunum kundi leggja fram eitt einasta fornleivdar prógv, at nakað ryggleyst djór hevði úviklað seg til ein vertebratan fisk.
2. Einki av listasøvnunum var ført fyri alment at leggja fram nakað fornleivdar prógv um intermediate (millumliggjandi lið, ella missing link) um samanbinding frá froskdjórum til fisk.
3. Einki av hesum fimm listasøvnum var á nakran hátt ført fyri at koma við einum einasta dømi um broytingar av steinrunnum skepnum, sum kundi veita prógv fyri broyting frá einum grundleggjandi slagi yvir til eitt annað slag.
Hvør er varhugin ein fær av evolutiónslæruni hjá Charles Darwin, sum hevur verið sum tongul í brimi, alt síðan hon sá dagsins ljós? Upprunamaðurin sjálvur fekk kaldar føtur og ristist sum eitt bókablað, alt meðan hetta ónda verk enn var í stoypiskeiðini. Gudhatararnir stóðu við opnum ørmum og fagnaðu hesum verki við gleðisrópum. Enn grava og leita og spreinja teir bæði á møguligum og ómøguligum støðum í royndini at finna okkurt, bara okkurt, sum kann stuðla upp
undir dreyma- og hvørvisjónina menningarlæruna, men einki verður funnið. Alt menningarlæru projektið er ein stór konspiratión, eitt skinklandi vanskepilsi. Fornfrøðingar og aðrir hava sprongt og grivið út heyggjar, fjøll, lagdir og gjáir, og talið av fornleivdar lutum, sum prýðir heimsins listasøvn er nú omanfyri 100 milliónir av 250000 ymiskum sløgum.
Atgongdin til yvirflóðina av vísindaligum data skuldi loyvt sakligari rannsókn at áseta, um Darwin var á rættari slóð.
Men hvat sigur pro-evolutionisturin Roger Lewin: “Í veruleikanum er tað ein vanlig dreymamynd, fyri tað mesta almannakunngjørd av sjálvari vísindaligu starvsgreinini, at í leitaninni eftir sakliga sannleikanum, er tað data, sum gevur boð um niðurstøðurnar. Data´in er ofta lagað eftir ynskta úrslitinum.” Hann segði eisini: “Trupuleikin er, at av tí, at vit vita “the end of the story”(at menningarlæran er sonn), so stevna vit ímóti at tulka farnar hendingar, eins og einasta endamál er “to reach that end.” Segði nakar samansvørjing.
Professarin í paleoanthropology, David Pilbeam, sigur soleiðis: “Á mínum øki koma teoriir, sum eru tungt ávirkaðar av undirbúgvandi ætlanum, og hesar “teoriir” stýra næstan altíð “data”….Ástøðir, sum fullkomuliga einki hava við veruligu fornleivdirnar at gera, hava lagað ástøðis byggningarnar, sum aftur tungt hevur ávirkað tulkingarháttin av fornleivdunum.” Men dansurin um gullkálvin gongur víðari.
“Á sama hátt sum undan-Darwinistisk lívfrøði varð greidd úr hondum av fólki, hvørja trúgv var á Skaparan og ætlan Hansara, soleiðis er eftir-Darwinistisk lívfrøði greidd úr hondum av fólki, hvørja trúgv næstan altíð er á “guddómin” hjá Darwin. Tey hava sæð tað sum sítt starv, at lovprísa hansara ástøði og at fylla upp gjónna, at fullføra viðarbulin og greinarnar á trænum. Men fyri mær hevur tað víst seg, at ástøðiliga beinagrindin hevur ógvuliga lítla ávirkan á veruligu framgongdina í lívfrøðiligu rannsøknini. Á ein hátt hevur bæði Darwinisman og ný-Darwinisman verið forðingin fyri vísindini.” Hetta sigur palaeontologisturin Dr. Colin Patterson. Hann sigur eisini, at orsøkin at hann hálsaði um og fekk anti-evolutionera sýni, sum honum dámar betur at kalla non-evolutionert sýni var, at hann ein morgun vaknaði við kaldan dreym, og tað var sum okkurt var hent við honum um náttina, og tað slerdi hann, tá hann hugsaði um, at hann í 20 ár hevði lært nakað, sum hann einki visti um. Fyri honum var tað ein rættiligur skelkur, at hann hevði verið villleiddur í so langa tíð. Eisini hann hevur sett spurningar, serstakliga til evolutionistar. Til jarðfrøðiligu manningina á Field Museum of Natural History setti hann henda spurning: “Kunnu tit siga mær okkurt, bara okkurt um evolutión, sum hevur sannleiksvirði ?? Einasta aftursvar eg fekk var tøgnin. Eisini setti eg limunum í the Evolutionary Morphology Seminar in the University of Chicago sama spurning, sum er kroppur av ógvuliga fínum evolutionistum, og alt sum eg fekk til aftursvar var hin langa tøgnin, men endiliga svaraði ein persónur: “Eitt veit eg, menningarlæran skuldi ikki verið lærd á hægru skúlunum.”
Harðræði
Hans Andrias rósar sær av stórsta vísindaliga felagsskapinum í USA, sum telur 120000 vísindafólk, og sum hevur víst sín fulla stuðul til menningarlæruna. Men hvussu arbeiðir ein slíkur felagsskapur ? Eitt skrivligt uppskot til samtyktar kom fyri í Oklahoma Senate í 2008 við heitinum “Religious Viewpoints Antidiscrimination Act”.Hetta uppskot gekk út uppá at verja teir næmingar, sum høvdu aðra trúgv og áskoðan enn menningarlæru trúnna. Men AAAS hevði fingið snevilin av hesum “ódáði”, og setti við tað sama guvernørinum í Oklahoma, Brad Henry, nevan fyri nøsina við strongum kravboðum í brævi undirskrivað av einum av ovastunum í felagsskapinum. Í hesum brævi stendur m.a:
“Vegna AAAS skrivi eg hetta, fyri at vísa okkara mótstøðu móti Religious Viewpoint Antidiscrimination Act. Skuldi hetta uppskot blivið til lóg, kundi tað fingið álvarsamar negativar fylgjur fyri vísindaligu frálæruna í Oklahoma…At síggja til hevur uppskotið til endamáls at verja næmingarnar, sum ynskja at vísa síni átrúnaðarligu sjónarmið í flokkinum og í heimaarbeiðinum. Sjálvandi kundi hetta eisini komið upp í vísinda- flokkarnar, og sum samveldis Judge John E. Jones 111 í Pennsylvania, gjørdi úrskurð : “Átrúnaður hevur einki stað í vísindastovuni.” Eftir øllum at døma fer hetta uppskot at bróta niður læruna í evolutións vísindini…Til dømis, um ein næmingur, táið hann fer upp til roynd sigur, at jørðin er 6000 ára gomul, sambært trúnna hjá viðkomandi, heldur enn at siga, at hon er 4,5 milliardir ár, sum lærubøkurnar siga, so kundi…” (undirskrivað av Alan I.Leshner). Segði nakar discriminatión. Men hóast Senati í Oklahoma helst er hægri mynduleiki enn AAAS, so kann eg hugsa mær, at Brad Henry gjørdist linur í kongunum og hoknaði undir byrðini. Eg havi hugsað eitt sindur um hetta. Her í Føroyum síggja vit frá tíð til aðra Antidiscriminatiónistar ganga skrúðgongur við veittrandi merkjum og seta kravboð bæði um líkt og ólíkt.
Antidiscrimnatiónisman er góð og gagnlig, táið hom tænir einum góðum endamáli, júst sum í hesum førinum í Oklahoma, men harðræðis felagsskapurin AAAS, stýrdur av fundamentalistisku evolutiónistunum, syrgdi fyri, at hetta fyri alt í verðini ikki skuldi setast í verk.
Hitt tragikomiska
HAS er sum eitt neyðaregg sum rópar neyðarróp og skilir ikki, at eingin lívfrøðingur hevur gjørt viðmerkingar til “kreationistisku uppáhaldini sum VL borðreiðir við”. Hetta er ikki bara láturligt, men eisini tragikomiskt. Eg veit meg ikki hava traðkað nakran lívfrøðing á tærnar við míni skriving. Eg eri als ikki í vanvirðisligari merking komin við nøkrum “kreationistiskum uppáhaldum” Uppáhaldini hjá HAS tróta ikki, harafturímóti havi eg endurgivið hvat fleiri týðandi fyrrverandi og verandi evolutionistar siga, hvussu teir greiða frá hvussu “vísindin” innan menningarlæruna snýtir og villleiðir fyrst og fremst seg sjálvar, og síðani allan uppvaksandi ungdómin sum fer at nema sær kunnleika á lærustovnunum, fyri at náa ynskta og tilætlaða endamálinum, bæði við at gera tilætlaðar skeivar niðurstøður við fornleivdar lutum, hvussu data´in verður misbrúkt til tess at náa frammanundan ásetta úrslitinum, hvussu “vísindin” sjálv hevur bólkað og skapt sær nakrar mannagjørdar lógir fyri at “prógva”, at Gud er deyður og eingi rættindi hevur í “vísindini”. Sikken ein vísdómur. Hvat slag av vísind er hetta?
Tað er í øllum førum ikki tað slagið av vísind, sum kom fram í 1600 og 1700 talinum. Tann vísindin var fyri stóran part kjølfest í theistiskum baksýni. Nógvir heimsspekingar hava granskað hetta, ikki minst Blaise Pascal, sum bæði var støddfrøðingur, alisfrøðingur og heimsspekingur, kom til niðurstøðuna, at menniskjan gjørdist vísindalig, tí hon væntaði “law in nature”, tí hon trúði á Lóggevaran. Hetta er sera týdningarmikið, tí tað merkir, at átrúnaðurin, trúgvin á Skaparan, als ikki er ein forðan fyri vísindini, men drívandi megin í framgongdini av vísindini. Ella táið Isac Newton gjørdist varur við atdráttarlógina og skrivaði niður rørslulíkningin, tá segði hann ikki: “Stórsligið, nú skilji eg tað, eg fann eina mekanismu, og tí tørvar mær ikki Gud.” Nei, beint tvørturímóti. Tað var tí hann skilti torgreiddu og fjølbreittu støddfrøðiligu eyðkennini í alheiminum, at lovprísan hansara til Gud øktist.
Men í dag seta gudloysingarnir og evolutionistarnir logikkin uttanfyri. Hví er tað soleiðis, at gudloysis lívfrøðingarnir alla tíðina vera noyddir at minna seg sjálvar á at útihýsa Designaran, Skaparan av alheiminum, hoyr bara hvat agnostiski evolutionisturin Francis Crick, sum var við til at uppdaga DNA, sigur: “Lívfrøðingar mugu alla tíðina minna seg sjálvar á, at tað sum teir síggja, hevur ikki verið designað, men hevur ment seg.” Og gudloysingurin og evolutionisturin Richard Dawkins sigur: “Lívfrøði er granskan av ógvuliga samansettum lutum, sum sýnast at vera designaðar til ávíst endamál.” Her síggja vit, at tá sjálvt kendastu gudloysis evolutionistarnir loyva logikkinum til sín rætt, so staðfesta teir óumberligt, at teir síggja hond designarans í teirra granskan, júst sum skrivað stendur:
“Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað – ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað! Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond Harrans hevur skapt tað” (Job 12,7-9).
Táið Hans Andrias so kemur við láturligu og býttisligu útsøgnini, at tað sømir seg ikki fyri meg og tænir ikki føroyska samfelagnum at bla…bla…bla..bla, og hvat er tað, sum ikki sømir seg ? At eg havi víst á nakrar granskarar, sum ikki taka undir við HAS og feløgum hansara? Ella er tað tað, at vit mongu onnur, sum ikki seta logikkin uttanfyri og ikki hava pantsett skilið, av ógvuliga tungt vigandi prógvum eru sannførd um, at menningarlæru projektið er ein stór konspiratión, heilaspuni úr enda í annan ? Ella er tað tað, sum ikki sømir seg, at annarleiðis hugsandi vísindafólk, sum ikki rúmast í mannagjørdu konstrueraðu rammunum um testbær og ótestbær ástøði, ikki hava avskrivað Gud og tessvegna eru at rokna sum fótatraðk í eygunum á “vísindini”, sum við sínum harðræði og fyrilitarloysi við stórum frekleika hevur ognartikið hugtakið vísind. Tí má eg spyrja Hans Andrias, um hann heldur at Blaise Pascal og Isaac Newton ikki tæntu samfelagnum ?
Dover málið
Uppgávan hjá (ACLU) the American Civil Liberties Union er, at “Verja og varðveita rætt og frælsi hins einstaka, sum er tryggjað hvørjum einstøkum í hesum landi av Constitution and laws of the United States.” Og: “ACLU útvegar løgliga hjálp í tilburðum, har mett verður at borgarligt frælsi er í vanda.” Men hvussu framferðin í Dover málinum hevur verið, og hvussu Judge John E. Jones kom til niðurstøðuna og dómin í hesum máli, kann millum annað síggjast av hesum :
Síðani dómurin varð kunngjørdur, hevur Jones ríkliga verið prísaður fyri rættarliga úrskurðin við orðum sum “masterful decision” við støði í nærlagdari og sjálvstøðugari greining í prógvunum. Men nýggjar analysir av innihaldinum opinbera, at næstan alt tilfari av Judge Jones langrøknu granskan, at finna útav um “Intelligent Design” er vísindi ella ikki, kom ikki frá hansara egna baksi ella útgreinan, men av orðingum útvegaðar av ACLU fulltrúum/sakførarum. Í tí partinum av tilfarinum, sum snýr seg um ID sum vísindi, sum rúgvar 6004 orð, eru 90,9 % ella 5458 orð tikin orðarætt frá ACLU´s tilmælta “Findings of Fact and Conclusions of Law”; hetta tilfar varð lagt fram fyri Judge Jones næstan ein mánaða undan dóminum. At meginparturin av greiningini hjá Judge Jones viðvíkjandi “Intelligent Design” eyðsýniliga ikki var framleitt úr egnum barmi, ei heldur var úrdráttur av sjálvstøðugari ráðgeving, hetta tekur støði undan trúvirðinum hjá Judge Jones viðvíkjandi rannsóknini um ID hevur vísindaligt gildi ella ei. Í 1925 yvirtalaði ACLU John T. Scopes at bjóða av anti-evolutioneru lógini í Tennesse í eini rættartest. Clarence Darrow, limur í ACLU National Committee, var leiðandi fyri Scope lógarbólkin. Rættarmálið, sum var leitt av William Jennings Bryan, helt fast við, at Bíblian skuldi vera tulkað bókstavliga við at læra skapanarlæruna í skúlunum. ACLU tapti sakina. Í brævinum frá AAAS, áður umtalað í greinini, sent guvernørinum í Oklahoma við kravboðum at taka aftur uppskotið, sum m.a. eftir teirra tykki fór “at bróta niður læruna í evolutións vísindini”, verður eisini Judge Jones endurgivin, har hann sigur:”Átrúnaður hevur einki stað í vísindastovuni.” Er ein mynd við at tekna seg ? Var hetta longu avgjørt frammanundan, eg meini við hvør dómur skuldi vera avsagdur ? Er mannagongdin í eini rættarsøk soleiðis, at ein felagsskapur sum ACLU kann hava slíka makt at ávirka dømingina, at 90,9 % av tilfarinum, sum dómarin hevur at taka støðu eftir , áðrenn báðir partar verða hoyrdir, verður roknað sum haldgott próvtilfar ? Eg spyrji bara.
Men hvussu var og ikki: “Rætturin staðfesti í endaliga dóminum, at Innteligent Design hevði einki við vísindi at gera.” Eg kann ætla, at Gud flenti í Himli, tá ið Hann frá dómaranum í Dover-málinum, fekk at vita, at Hann eingi rættindi hevur í vísindini. Tann einasti veruligi dómur, ið feldur var, er hesin: At menniskjuni ikki eru nakrar apir, men nakrar tapir og nakrar tápir, nakrir vísdómsleysir dárar, sum seta vit og skil uttanfyri, so tey kunnu liva í teirra innbilta og sjálvgjørda “veruleika”. Sikken nakrir grinagtigir dárar. Harrin spyr “Hví froysa heidningarnir, og hví hava fólkasløg fáfongt í huga? Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM…Hann, sum í Himli situr, lær…”(Sálm.2,1-4.) Ja sanniliga er hetta at flenna at. Eingi prógv, siga “vísmenninir”, eingi prógv um Designaran og Skaparan. Men sjálvt um keisarin gongur í “nýggjum” klæðum og “vísmenninar”, við sínum ørvitistosi, kunngera tilvildina og bera boð um designið uttan designara, so er veruleikin tann, at veruleikin er óbroyttur. “Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis.”(Sálm.19,1-5). Heimskendi heimsspekingurin, danin, Søren Kierkegaard sigur soleiðis: “Verdslig klogskab er evig udelukket, foragtet og afskyet som den er i Himlen mere end alle laster og forbrydelser; thi den er i sit væsen af alt mest tilhørende denne usle verden, og mest af alt fjernt at have med Himlen og det evige at gøre.”




