Fólkaatkvøðan um ES-limaskapin hjá Bretlandi (eisini nevnd Brexit), verður sera spennandi. Sambært veljarakanningum kann úrslitið fara báðar vegir. Men eingin veit við vissu hvørjar avleiðingarnar verða – hvørki um talan verður um eitt “ja” ella eitt “nei”.
Um Bretland fer úr ES, so møtir David Cameron upp hjá drotningini fríggjamorgunin tann 24. juni og biður um at verða loystur úr starvi. Tað hevur hann longu boðað frá. Hvør ið skal taka við eftir hann er enn ógreitt. Valið stendur helst ímillum George Osborne, fíggjarmálaráðharra, og Boris Johnson, fyrrverandi yvirborgarstjóra í London. Men innanríkisráðharrin, Theresa May, verður eisini nevnd sum eitt møguligt boð.
Skotar loysa
Tað næsta sum hendir, er at skotar krevja nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi. Tað hevur fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, gjørt greitt, og tað hevur hon eisini alla orsøk til. Flokkur hennara tapti fólkaatkvøðuna í 2014, men fer Bretland úr ES, er stórur møguleiki fyri, at skotar fara at siga “ja” til at loysa frá Bretlandi, fyri síðani at melda nýggja skotska statin inn í ES.
Ein annar ógreiður spurningur er, hvat fer at henda við ES, um Bretland fer úr felagsskapinum. Dettur alt ES sundur, ella verður samstarvið enn tættari millum londini sum verða eftir í felagsskapinum?
Stendur á jøvnum
Minni enn tvær vikur eru til bretar skulu á fólkaatkvøðu fyri at taka støðu til henda álvarsama spurningin, sum eingin enn kennir avleiðingarnar av.
Ein samandráttur av seinastu veljarakanningunum vísir, at 45 prosent vilja verða verandi í ES, 43 prosent vilja úr ES og 11 prosent hava framvegis ikki tikið støðu.




