Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt framvegis opið

John William Joensen

Markus Tummas Jacobsen, formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ avsannar at tað bert er talan um ein persón.

Seinrapartin (fríggjadagin) fingu vit fatur á formanninum í Fótbóltsdeildini hjá KÍ. Hann avsannar tíðindini um at samráðingarnar vóru komnar har til at nú varð bert satsað upp á ein persón.
– Alt er framvegis opið, og vit eru sum áðursagt framvegis í samráðingum við nøkur sera áhugaverd venjaraevni.
– Nær samráðingarnar koma á mál, kann eg ikki úttala meg um, men má hetta taka tað tíð, sum tað nú einaferð tekur.
Spurgdur um KÍ hevur sett nakra -deadline- fyri nær starvið skal verða sett, sigur formaðurin soleiðis:
– Vit eru eins og øll onnur ótolin, og vilja hava málið avgreitt skjótast gjørligt, men tað eru nú einaferð fleiri partar inni í málinum, og tí ber ikki til at siga nakað um nær komið verður á mál.
Markus Tummas sigur víðari at KÍ sjálvandi ynskir ein sáttmála sum er eitt longri tíðarskeið enn bert eitt ár, men enn hevur felagið sum sagt ikki bundið seg til nakað.