Tað sigur skiparin á Ågot Hjaltur Poulsen. Ågot hevur ligið við kaj á Kósini, við 61 tonsum av frystum, skráskornum svartkalva í lastini. Teir fóru um Klakkin ímorgun á veg aftur norðurum at draga gørn.
Tað kom sjálvandi ótrúliga illa við, tá vit blivu ásigldir við kaj í Klaksvík, sigur Hjaltur Poulsen, men eftir at skipið er gjørt ístand aftur og vit hava verið í vinnu síðani seinast í oktober í fjør, so hevur alt rigga sum tað skal og hartil hevur fiskiskapurin verið hampuligur.
Hinvegin hava vit verið sera nógv tarnaðir av veðri í vetur. Vit hava ligið við gørnunum á Íslandsrygginum, og har er ringt farvatn, nógvur útsynningur hevur verið, og tá rekur eisini ofta hart har, so tað hevur ikki altíð verið so tespuligt.
Vit hava vanliga eini 13-1400 gørn undir, beint nú hava vit flutt gørnini nærri landi og standa tey nú einar 28 fjórðingar úr landi norðanfyri.
Fiskiskapurin hevur sum sagt verið hampuligur, nakað tað sama sum í fjør, men prísurin er broyttur til tað betra. Eg haldi at vit mundu fáa einar 28 krónur í meðal fyri kilo í fjør ímóti umleið 35 krónur í ár, so tað ger tað eitt sindur hugaligari hjá okkum, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot.




