Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt hevur vansar og fyrimunir

John William Joensen

Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur at teir takað støðuna sum er íkomin eftir at Maersk Air hevur avgjørt at gevast á føroya rutuni, sum ein avbjóðing

(red.) Er tað ein ynski dreymur sum er útgingin hjá stjóranum í Atlantic Airways, nú felag hansara einsamalt skal røkja Føroya rutina?  
– Tað vil eg ikki siga. Allar støður hava sínar fyrimunir og vansar.
– Tað er klárt at tað nú verður lættari hjá okkum at útnytta kapasitetin og at vit nú fáa betri møguleikar at menna okkum, men tað kann eisini gerast ein vansi um vit ikki halda fast um at veita eina góða tænastu. Hetta er sjálvandi altíð ein vandi tí tá ein er einsamallur verður ein jú ikki hildin so nær at eldinum.
– Nýggjar støður hava altíð nýggjar møguleikar við sær, og vit trúgva uppá, at vit kunnu veita viðskiftafólkunum og Føroyum eina upp aftur betri tænastu frameftir. Ongum nýtist at óttast fyri príslopi uppeftir – tvørturímóti hava vit søkt um loyvi at bjóða fólkið vikuskiftisferðir til Danmarkar fyri prísir so lágar sum 1.490 DKK umframt ferðaavgjøld.