Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt við tað gamla?

Oliver Joensen

Røktarkrevjandi í Tórshavnar kommunu líka illa fyri enn hóast lyftir.

Á Borgarafundinum fyrr í ár, har bráðfeingistørvurin hjá røktarkrevjandi í Tórshavnar kommuni varð viðgjørdur, góvu Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hvør øðrum og fundarfólkunum lyfti um, at nakað skuldi henda skjótt við hesi søk.
Men staðfestast má, at:
1. Enn hevur borgarin einki hoyrt um nakra ítøkiliga ætlan fyri, hvussu hesin stóri trupulleiki skal loysast.
2. Trupulleikin stendur við og bara versnar fyri hvønn dag, ið fer.
3. Borgarstjórin boðaði fyri tíð síðan frá, at eitt hús, ið kundi hýsa 50 fólkum, skuldi fáast til vega. Síðan er einki meira frætt um hetta mál.

Eitt ófrávíkiligt krav er, at tey, ið hava hjálp fyri neyðini og avvarðandi teirra, hava krav uppá at vita, hvussu gongur við hesi ætlan, ella um nakað annað er í umbúna!
Tórshavnar kommuna hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár. Nógv verður gjørt burturúr, og fjøltáttað tiltøk eru á skránni alt árið. Vónandi fer eisini at dryppa á okkara røktarkrevjandi borgarar, tá ið ráð eru til so mong onnur góð tiltøk í ár!
Átti aðalmálið hjá kommununi ikki at verið, at allir borgarar skulu hava virðiligar umstøður at búleikast í?
Ella man alt vera við tað gamla enn?
Kemur einki nýtt fram skjótt, verður kallað inn til nýggjan borgarafund, har avvarðandi politikkarar verða boðnir við til at greiða frá, hvat er hent síðan seinasta fundin.

Daisy Sloan, Jóna Mortensen og Sigrún Mohr