Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altartalvan í Christianskirkjuni

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni

Mikudagin 20. mars, kl. 17, verður høvi hjá almenninginum at vitja uppi á loftinum í Christianskirkjuni og har síggja, hvussu langt arbeiðið við altartalvuni er komið, og samstundis fáa frágreiðing frá konservatorinum um arbeiðið.

Nú er tryggingarlagið av ovara partinum tikið burtur og fest á tær nýggju pláturnar, ið skulu halda málninginum uppi, so klárt er at reinsa og endurbøta tann partin.

So øll, sum eru áhugað, kunnu koma í kirkjuna nú mikudagin og har fáa kunnleika um hetta stóra og spennandi arbeiði, ið nú er komið væl ávegis.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni

Harleywoodpaint