Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alternativ bygging á Helnabrekku

John William Joensen

Domus samtakið í Klaksvík, fer nú undir bygging av eigaraíbúðum á Helnabrekku, í ymiskum støddum og sniðum. Verkætlanin verður løgd fram á Sølustevnuni í Klaksvík.

Tað var Klaksvíkar Býráð, sum fyri umleið einum ári síðani bjóðaði út eitt 11.000 fermetra stórt øki á Helnabrekku til alternativa íbúðarbygging.
Boðið var út í almennari kapping og inn komu fleiri góð hugskot. Býráðið valdi tá at taka av hugskotinum hjá Domus, sum Selmar Nielsen arkitektur hevði staði fyri.
Síðani hevur Domus arbeitt víðari við projektinum og fíggingini og nú er komið somikið langt ávegis, at ætlanin verður løgd fram á Sølustevnuni í Klaksvík nú um vikuskiftið.

Kunnu flyta
um eitt ár ella so
Um alt gongur eftir ætlan, so fara fólk longu nú, at kunna seta seg fyri eina eigaraíbúð og síðani er ætlanin at fólk skulu kunna flyta inn um eitt ár ella so.
Tað verður spf Kinn v/Jan Nielsen, ið kemur at standa fyri byggiarbeiðinum ímeðan Øssur Gerðalíð skal taka sær av útgrevstrinum.

Íbúðir í
ymsum støddum
Støddirnar á íbúðunum liggja frá 54 kvadratmetrum og upp til 108 kvadratmetrar. Afturat íbúðini er úthús, felagstún og tær íbúðirnar, ið liggja niðjast hava eisini egna terassu á vestursíðini.
Tað at íbúðirnar eru í ymiskum støddum, kemst av at tær eru ætlaðar til ymiskan tørv, frá fólkum, ið eru einsamøll og til barnafamiljur, so roknað verður við, at her koma at búgva fólk í øllum aldri.

Lyklaklárar
Eftir ætlanini, so kunnu fólk sum sagt longu nú seta seg fyri eina íbúð. Íbúðirnar verða gjørdar lyklaklárar og eigararnir skulu ikki gjalda nakað fyrr enn tey fáa lykilin til liðnu íbúðina.
Dentur verður eisini lagdur á, at alt uttanum verður gjørt liðugt, soleiðis at tey, sum koma at búgva í nýggja íbúðarøkinum ikki skulu hugsa um umhvørvið.

Stórur áhugi
Á Sølustevnuni nú um vikuskiftið fer at bera til hjá fólki at kunna seg meira um ætlanina. Selmar Nielsen, arkitektur sigur, at hóast lítið og onki enn hevur verið frammi um ætlanina, so hava fólk sýnt verkætlanini stóran áhuga og longu nú hava fyrireikararnir fingið fleiri fyrispurningar.