Tað er trupult at fáa fatur á nýggjum tølum, sum vísa gjaldføri hjá føroysku peningastovunum og á heimasíðuni hjá Landsbankanum finnast bert tøl fram til september mánaða 2006, tá altjóða fíggjarkreppan byrjaði, men fíggjármálaráðharrin sigur at seinast hann frætti frá fíggjareftirlitinum lótu teir væl at føroysku bankunum.
Vælvitandi keldur, sum Norðlýsið hevur tosað við siga at ein av høvuðsorðsøkunum til at Kaupthing Bank seldi føroysku deildina til EIK var altjóða fíggjarkreppan, sum hevur ført við sær, at eisini stóru altjóða bankarnir hava tørv á likviditeti og tí ikki longur lána pening út.
Subprime kreppan sum herjaði USA í summar gjørdi at amerikansku bankarnir komu í eina likviditetskreppu, sum beinanvegin spreiddi seg til altjóða lánimarknaðin.
Enskur stórbanki kom um sama mundi í gjaldskreppu og varð hjálptur av enska tjóðbankanum.
Likviditetskreppan ger um seg í Føroyum
Hóast Føroysku bankarnir hava havt met yvirskot seinru árini, so hava bankarnir samstundis spent seg fyri og hava lánt alsamt meirapening út.
Almennu tølini hjá landsbankanum um inn- og útlán í føroysku peningastovnunum ganga bert fram til marsmánaða, men tey geva eina greiða ábending um at bankarnir fáa minni pening inn – samstundis sum teir lána meira pening út.
Det går godt
Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri sigur við Norðlýsið í morgun at sambært fíggjareftirlitinum gongur tað væl hjá føroysku peningastovnunum.
– Í august mánaða var eg á fundi við danska Fíggjáreftirlitið, sum hevur eftirlit við føroysku bankunum og á fundinum vóru eisini Tjóðbankin og Búskaparmálaráðharrin.
– Útmeldingin frá teimum var sera greið – føroyska bankakervið koyrir væl og hevur tað gott.
– Men tað er rætt at altjóða fíggjarkreppan kom ikki fyrr enn í augustmánaða, men eg havi ongar ábendingar fingið um hvørja ávirkan hetta hevur havt á føroysku peningastovnarnar.
– Tað er sum sagt danska fíggjareftirlitið, sum hevur ábyrgd av Føroysku bankunum og vit fáa síðani afturmeldignar frá teimum.




