Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Altjóða forbønargudstænasta í Christianskirkjuni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag, leygardagin kl. 16.00, varð altjóða forbønargudstænasta í Christianskirkjuni v/Marjuni Lómaklett, fyri fólkinum í Ukraina og støðuni í Evropa í síni heild.

Løtan varð hildin við sálmasangi, stillum urgutónleiki, tónleiki, har ungdómar sungu sangin “Tað kundi verið eg”.

Marjun Lómaklett, integrationsprestur hevði eina andakt á føroyskum og enskum, sum Olga Rasmussen týddi i teleslyngu til ukrainskt, eins hon eisini týddi meðan prestur hevði andakt og bøn.

Síðani varð ljósatendring, andakt og bønarløtu – har eisini fleiri ung luttóku. Tey hvødu tað svárt hesa løtuna – hugsandi um sínar líkar og ungdómar og eftirverandi í krígsherjaða landinum.

Aftaná varð boðið til drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har eisini nógv fólk møttu og fingu eitt gott prát.