icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða fótbólturin krevur nógv fyrisitingarliga

John William Joensen

Virgar Hvidbro: FSF er ein felagsskapur í menning, – og er tað eingin loyna, at serliga altjóða limaskapurin hevur givið nógvar møguleikar, sigur aðalskrivarin í føroyskum fótbólti, í kvøld

Virgar Hvidbro: FSF er ein felagsskapur í menning, – og er tað eingin loyna, at serliga altjóða limaskapurin hevur givið nógvar møguleikar, sigur aðalskrivarin í føroyskum fótbólti, í kvøld

Norðlýsið staðfestir við at gjøgnumganga roknskapirnar hjá FSF seinastu árini at inntøkurnar sum eru komnar til føroyskan fótbólt eru vaksnar sera nógv. Bara seinastu trý árini íroknað 2013 hevur føroyskur fótbóltur megna at hála tilsamans 170 mió. kr. heim til klettarnar frá UEFA og FIFA og søluupphæddin fyri sjónvarpsrættindini komandi 4 árnini verður omanfyri 70 mill. kr..

Men seinastu 10 árini eru útreiðslurnar til fyrisiting, lønir og annað sera nógv vaksnar og eru hækkaðar eina mió. kr. á hvørjum árið, og aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro ásannar at tað er hent í takt við krøv til føroyskan fótbólt frá UEFA.

– Limaskapurin í UEFA og FIFA hevur útvegað føroyskum fótbólti eitt alsamt hækkandi inntøkugrundarlag, og tískil er tað eisini týdningarmikið at vísa á, at inntøkurnar eru nógv hækkaðar hesi árini. Ein stórur partur av inntøkunum frá UEFA og FIFA eru oyramerktir, og verða eisini bert útgoldnar, um FSF livir upp til nøkur ávís standard krøv.

– Eitt nú kann eg nevna at av nýggjum størvum í FSF tey seinastu 10 árini, so eru m.o. hesi størv komin, – loyvisstjóri, dómaraleiðari, tekniskur stjóri. Sum limur í UEFA venjara- og dómarakonventiónini, umframt partur av UEFA grassoots Charter, bjóðar FSF eina góða útbúgving av venjarum og dómarum til feløgini. Tað er av týdningi at heimliga kappingin er í tryggum kørmum, og roynir FSF at leggja stóra orku í hana. FSF ynskir eisini at verða ein opin felagsskapur, og tískil er kunningarparturin eisini øktur.

– Harafturat er FSF styrkt á fleiri øðrum økjum, – altjóða fótbólturin økist alla tíðina, og krevur tað nógv bæði fyrisitingarliga, og eisini í tí sum vit vanliga kalla tann tekniski hópurin, tað verði seg venjarar, liðleiðarar, læknar, fysioterapeutar, v.m.

– Verður samanborið við 2004, so var einki U21 landslið, kvinnulandsliðið leikti ikki serliga nógv, og øll hini liðini leiktu færri dystir enn gjørt verður í dag.

Í 2013 leiktu landsliðini uml. 50 landsdystir, harav A-landsliðið hjá monnum leikti 10 dystir.

– Verður bert hugt eftir útreiðslunum, so er A-landsliðið hjá monnum absolut tað útreiðslu tyngsta liðið, men tað er eisini tað liðið, sum skapar flest inntøkur, og í síðsta enda skapa teir møguleikar fyri hini landsliðini.

– Verður hugt eftir útreiðslunum sum Norðlýsið vísir á, so eru eisini dómaralønirnar har, tær hækkaðu nokkso fitt fyri nøkrum árum síðani, men hava verið støðugar tey síðstu 3-4 árini.

– Fótbóltur er í rívandi menning kring alt Europa, og um hugt verður eftir hækkandi inntøkum og útreiðslum í teim einstøku fótbóltssambondunum, so bróta Føroyar nokk ikki frá hinum londunum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssamband Føroya.