Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða kvinnudagur 2007 í Norðurlandahúsinum

Hannefía Joensen

Á altjóða kvinnudegi 2007 skipar KvinnufelagaSamskipan Føroya (KFS) fyri 8. mars kvøldi í Norðurlandahúsinum.

Byrjað verður í forhøllini kl. 19.30, har Amnesty hevur framsýning og kunning um Trafficking in Women. Samstundis spæla Mia og Heiðrún á floytu og violin fyri okkum, og møguleiki verður sjálvandi eisini at keypa sær okkurt leskiligt úr kaféini. 



Frá kl. 20.00 til umleið kl. 21.45, verða tríggjar framløgur, spurningar og síðani orðaskifti um uppskotið til lóg um Stjórnarskipan Føroya. Framløgufólk verða Jóan Pauli Joensen, professari, rektari og formaður í Stjórnarskipanarnevndini, Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International, Føroya deild, og Marna Jacobsen, cand.phil. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. 



Jóan Pauli fer at hava eina framløgu um uppskotið til stjórnarskipanarlóg, ið varð handað løgmanni stutt fyri jól og sum einki síðani er frætt frá. 



Margretha fer at tosa um tær viðmerkingar til uppskotið til stjórnarskipanarlógina, har AI millum annað hevur lagt dent á javnstøðu av øllum slag og á nýmótans trælahandil, eisini kallað trafficking, eitt øki, ið skjótt kann gerast veruleiki í Føroyum. 



Marna fer at tosa um málburðin í uppskotinum til stjórnarskipanarlógina, sum hon heldur vera ógvuliga kallmansligan. Hon sigur m.a. í grein í Dimmu 30. januar 2007: 



”Lítli bóklingurin, sum kom í hvørt hús í landinum, er blóðreyður, haldi meg síggja prýðing av bæði ær og veðri. Stjórnarskipan er sum kunnugt kvennkynsorð og gevur vón um, at tað er rúm fyri báðum kynum í komandi stjórnarskipan Føroya, men hóast bæði litur, kvennkynsheiti og ær prýða permuna, so verður tú stórliga vónsvikin …” 



Millum framløgurnar verður møguleiki at seta spurningar, meðan orðaskiftið verður aftaná. 



Solby Eliasen, tíðindakvinna verður fundarstjóri. 



Allar kvinnur eru vælkomnar. 



Vegna KvinnufelagaSamskipan Føroya 

Tofta Kvinnufelag, Kongshavnar Kvinnufelag, Skála Húsmøðrafelag og Kvinnufelagið