Mánadagin 3. og týsdagin 4. juni skipa EBI (European Bioinformatic Institute), Ílegusavnið, LS, DAAH og FarGen fyri skeiði í bioinformatik serliga ætlað læknum.
Mánadagin 3. og týsdagin 4. juni skipa EBI (European Bioinformatic Institute), Ílegusavnið, LS, DAAH og FarGen fyri skeiði í bioinformatik serliga ætlað læknum.
Íleguvitan vinnur seg alsamt fram á leið og fær áhaldandi størri týdning í heilsuvísind, bæði tá talan er um gransking og um kliniskt brúk. Tað er lítið at ivast í, at íleguvitan gerst eitt týdningarmikið amboð hjá læknum í nærmastu framtíð. Tað er Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og FarGen, sum saman við við EBI skipa fyri hesum skeiði. Tað er EBI sum er skeiðsveitari.
Meira um skeiðið á:http://www.ebi.ac.uk/training/workshop/bioinformatics-workshop-faroe-islands
Talan er um samstarv við altjóða stovnin European Bioinformatic Instituute, sum er partur av viðurkenda Welcome Trust Genome Campus í Cambridge í Onglandi




