Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóðamøti í Siloa

Tíðindaskriv

Nú verður aftur eitt altjóðamøti í Siloa í Fuglafirði – hesa ferð sunnukvøldið 26. mai kl. 18.00.

Nú verður aftur eitt altjóðamøti í Siloa í Fuglafirði – hesa ferð sunnukvøldið 26. mai kl. 18.00.

Møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí er alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva ella ferðast í Føroyum og eisini um sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.

Á møtinum verður nógvur góður felagssangur, og sangbólkurin “Seven” av Toftum fer at syngja nakrar sangir. Eisini verður ein stutt tala.

Eftir møtið verða øll boðin til eina máltíð, sum sjálvandi er ókeypis.

Heitt verður á føroyingar, sum kenna fólk úr øðrum londum – bæði fastbúgvandi og sjófólki – um at siga teimum frá hesum altjóðamøtinum.

Hóast hetta møtið fyrst og fremst er ætlað útlendingum, sum skilja enskt, eru øll sjálvandi vælkomin.