Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvara og gaman í úrtíð – eitt jólaorðatorium í november

Sprotin

Í kvøld! Orða- og tónaárið endar við einum braki hóskvøldið 17. november kl. 20.00 í Reinsarínum.

Í kvøld! Orða- og tónaárið endar við einum braki hóskvøldið 17. november kl. 20.00 í Reinsarínum.

Tíðindaskriv frá Sprotanum: Snúningspunktið eru tvær sera ymsar nýggjar útgávur, yrkingarsavnið Úrtíð hjá Oddfríði M. Rasmussen og stuttsøgusavnið Heimurin hjá Andy eftir Andras Sólstein. Lena Anderssen fer eisini at syngja nøkur av sínum inniligu og vøkru løgum. Sprotin er eisini í jólahýri, bjóðar okkurt gott í glasið, okkurt søtt afturvið, og so eisini góð jólatilboð við nógvum nýggjum føroyskum bókum.

Yrkingarsavnið Úrtíð sveiggjar ímillum lívið, ið birtist, og so deyðans skugga, sum altíð lúrir onkustaðni, ella sum Oddfríður yrkir, “meðan sólin hevur ilt við at gera av, um hon skal senda sínar fyrstu geislar inn í lívið, ella um hon skal krógva seg handan gráa skýggið, sum altíð hóttir.” Sissal Kampmann fer at práta við Oddfríð um yrkingarnar, sum allar snúgva seg um sambandið við foreldrini, ommur og abbar, og børnini, sum vit liva í hesi andsøgn, at lívið altíð er livað við deyðanum sum sjónarringi. Fyrru løtuna fer Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, eisini at hugleiða um, hvussu mentan og organisasjón eru óloysiliga tengd at hvør øðrum.

Eftir steðgin skifta vit gir, tá ið Solby Christiansdóttir fer at práta við Andras Sólstein um Andy, høvuðspersónin í nýggja stuttsøgusavninum Heimurin hjá Andy. Andy stakkalin ynskir at vera rocknrollari men koyrir í Berlingo, hann droymir um østregenfríar sonur, ímeðan hann situr dadda heima, hann fer eldhugaður við nýggjastu útgerð á fjall, men tungt er at koma niðan líðina – ein metroseksuellur Sysifos, ið alla tíðina stríðist niðan manndómsbrekkuna, men endar altíð at rulla

oman aftur í dalin, har námsfrøðingar, barnablæur og bleyt virði ráða. Hvør er so Andy? Tað fer Solby Christiansdóttir at práta við Andras um.

Tónleikarin hesa ferð er Lena Anderssen, kend fyri sínar inniligu framførslur, síni vøkru løg og sínar vælorðaðu tekstir.

Nú ein lítil mánaður er eftir til jóla, bjóðar Sprotin gestunum gløgg og okkurt søtt aftur við. Eisini verður høvið at keypa jólagávuna tíðliga – hetta kvøldið verða nógv góð tilboð við nýggjum føroyskum bókum.

Skráin er henda:

19:30 Dyrnar lata upp, nógvar nýggjar bøkur kunnu keypast fyri serprís

20:00 Vælkoma

20:10 Yrkingar í úrtíð – Sissal Kampmann prátar við Oddfríð Marna Rasmussen

20:35 Mentan og organisasjón – Helgi Rasmussen

20:45 Lena Anderssen

20:55 Steðgur

21:15 Heimurin hjá Andy – Solby Christiansdóttir prátar við Andras Sólstein

21:40 Lena Anderssen

Sprotin bjóðar gløgg. Kaffi, vín og øl er til keyps í barrini.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri, og sum verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 í Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Harleywoodpaint