Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvaratos CHE(D) hvat hugsa tit fyri tykkum ??

John William Joensen

Nú hava tit hildið føroya fólk fyri spott í gott 7 mánaðir- tað mátti verið nokk, men so er ikki.

Hóast Tobbi meldaði hart út m.a. í beinleiðis sending í sjónvarpinum, at hann fór frá um hann ikki fekk sín politikk og sína skerjing ígjøgnum á fiskivinnuøkinum, – so bakkaði hann aftur hesaferð. 

Ikki tí – eg hevði ikki vantað annað – tað er honum so líkt , – ein stórur orðavavstur, – retorikkur á høgum støði vid gullkornum frá Decartes,Sokrates og ørðum góðum monnum, men so er eisini alt sagt.

Tjóðveldi og Høgni formaður ,hevur sýnt í verki at teir eru ikki til at líta á hvørki í orð ella gerningi – bert tos, hóttanir og ørvitisuppskot sum verða tveitt fyri Løgtingið – tað hava vit sæð seinastu vikurnar og nú kom so prikkurin yvir i-ið – blokkurin skal skerjast við 117 milliónum sambært Karsten Hansen fyrrv. Tjóðveldistingmanni.

Karsten Hansen fíggjarmálarádharri ger greitt at hann leggur blokkniðurskurðin fyri landsstýrisfund i komandi viku.

Her má hava okkurt álvarsliga sligið klikk fyri samgongu og hjálparflokki teirra.

Samgongan og hjálparflokkurin mugu hava mist alt sum eitur jørðforbindilsi og sær tað ikki út til at teir vita hvat rørir seg í samfelagnum , – tað er harmiligt og vandamikið fyri samfelag okkara.

• Vit hava trupuleikar, innan fiskivinnuna og merkir tað alt annað líka, minni inntøkur á øllum frontum – eisini til landskassan.
• Tey eldru fáa ikki endarnar at røkka saman orskað av høgum olju – og matvøruprísum
• Ungu familjurnar fáa neyvan heldur endarnar at røkka saman orsaka av hækkaðu oljuprísunum,matvøruprísum og rentuhækkingum.

Javnaðarflokkurin – hvat í allari víðu verð hugsar hann fyri sær ??
Tað sær ikki út til at verða gingið upp fyri teimum enn, -at tey eru við at avreiða flokkin og restina av javnaðarpolitikkinum fyri ein løgmannsess ??

Meðan framhald av Sirkus Tinganes sær út til at halda áframm – bíða vit í spenningi uppá at næsta politiska sjálvmorðsuppskot frá samgonguni – blokkniðurskurdurin verdur settur á dagskrá.

Johan Dahl, løgtingsmaður