Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvaratos Jógvan

John William Joensen

Jógvan við Keldu leggur meg undir at siga ósatt og vera klossutan.

Aksel V. Johannesen

Hetta ger hann uttan at vísa á, hvar eg sigi ósatt. Haldi hetta vera grova útspilling og kann als ikki standa ósvarað.

Í hesum sambandi skal eg spyrja Jógvan, hvar í míni grein eg sigi nakað ósatt.

Haldi eisini Jógvan við Keldu í somu stund alment kann boða frá, hvussu stór lánibyrðan var hjá Klaksvíkar kommunu, tá hann legði frá sær tann 31. des. 1988? Hvussu nógv Klaksvíkar kommuna skuldi rinda í rentum og avdráttum í 1989, og hvussu høg skattainntøkan hjá kommununi var hetta árið?

Somuleiðis kann Jógvan eisini greiða frá, hvussu nógvar íløguætlanir vóru á skinnaranum, tá Jógvan legði frá sær, og sum vóru steðgaðar av Javnaðarflokkinum, tá flokkurin tók yvir. Greið eisini borgaranum frá, hvussu stór skuldin hjá kommununi hevði verið, um hesar ætlanir ikki vórðu steðgaðar.

Tað er møguliga rætt, at rakstrarútreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru øktar, tey árini Javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu, men hesin peningur hevur verið væl útgivin. Útgivin til tænastur, ið borgarin ikki vildi verið fyriuttan, m.a. barnaansing. Samstundis, sum Javnaðarflokkurin hevur betrað um tænasturnar hjá borgaranum í kommununi, hevur flokkurin verið við til at niðurrinda skuldina hjá kommununi. Hetta er fakta. Um tú, Jógvan, skalt leggja meg undir at siga ósatt, so haldi eg, at tú skyldar mær at vísa á, hvat er ósatt, sum eg beri fram.

Annars alt tað besta Jógvan. Hevði ikki ætlanir um at fremja álop á tín privata persón, men bara vísa á, hvussu Klaksvíkar kommuna hevur verið stýrd politiskt seinastu árini. Tá tú velur at leggja eftir advokatinum Aksel V. Johannesen og ikki javnaðarmanninum Aksel V. Johannesen, haldi eg, tú fert eftir privat persóninum og ikki politikkaranum.

Gott val øll somul.

Aksel V. Johannesen

Harleyfacadeacryl