Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsamar ákærur móti Tobba

John William Joensen

Í morgun spurdi Jacob Vestergaard Løgmann um seig-lívaðar søgur, um at Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri í Kongshavnar Útgerðarfelag hevur selt sær sjálvum tíðandi virðir úr felagnum.

Løgtingslimurin Jacob Vestergaard spurdi um kanningina sum løgmaður hevur sett í verk av landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, um Løgmaður eisini ætlaði sær at kanna søgur um at Tórbjørn Jacobsen hevur selt sær sjálvum virðir í Kongshavnar Útgerðarfelagð áðrenn skipið var selt í fútarættinum.

Tað sum Jacob Vestergaard óviða sipaði til var viðmerkingar í roknskapinum hjá felagnum fyri 2003 og 2004 har felagið selur virðisbrøv í sera sterkum feløgum.

Fleiri tinglimir vístu sína misnøgd við at løgmaður, sum hevur ábyrgd av landsstýrismonnunum hevði sent málið um Tórbjørn Jacobsen víðari til Fíggjarmálaráði til støðutakan.

Kári P. Højgaard, í sjálvstýrisflokkinum helt at framferðin hjá løgmanni í málinum var løgin og helt eisini at tá hugsað verður um hvussu nógvar fyrispurningar Tórbjørn Jacobsen hevur reist um gjøgnumskygni og reinføri hjá øðrum landsstýrismonnum – so var átrokandi at málið um Tórbjørn Jacobsen verður kannað til botns.