Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsligt ferðsluóhapp undir Valaknúkum

Oliver Joensen

Av politistøðini í Havn frætta vit um álvarsamt ferðsluóhapp nakað uttanfyri Valaknúkar í Skálabotni.

Politi og sjúkrabilar eru á staðnum í løtuni og enn er ógreitt hvat neyvt er hent. Politistøðin í Havn sigur at kl. 9.20 í morgun ringdi ein maður og boðaði frá óhappinum, sum er umleið á sama stað har bussurin fór útav á sinni. Maðurin segði at brúk var fyri sjúkrabili til tríggjar persónar. Løtu seinni ringdi sami maður og segði at brúk var fyri sjúkrabili til fýra fólk.
Politistøðin í Havn sigur, at politibilar og sjúkrabilar vórðu sendir á staðið beinanvegin. Vit frætta at óhappið er ógvusligt.

Harleyfacadeacryl