Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsom umhvørvislig árin frá plasti í heimshøvunum

John William Joensen

ES Kommiserurin í fiskivinnumálun, Karmenu Vella, hevur júst almannakunngjørt eina dapra frágreiðing um støðuna við serstakliga plastik burturkast í heimshøvunum. Hon hevur undirheitið “Frá fløkjum til innrás av fremmandum lívið”. Mett verður at umleið 25.000 trol ella gørn verða mist ella tveitt í havið árliga, bert av ES fiskiskipum.

ES Kommiserurin í fiskivinnumálun, Karmenu Vella, hevur júst almannakunngjørt eina dapra frágreiðing um støðuna við serstakliga plastik burturkast í heimshøvunum. Hon hevur undirheitið “Frá fløkjum til innrás av fremmandum lívið”. Mett verður at umleið 25.000 trol ella gørn verða  mist ella tveitt í havið árliga, bert av ES fiskiskipum.

Plast úrdráttir, sum reka á heimsins høvum er størsta beinleiðis og óbeinleiðis hóttanin móti lívinum í havinum. Hetta hevur eisini beinleiðis avleiðingar á heilsuna hjá fólki  og fíggjarliga kostnaðarstøði hjá vinnuni. Hetta staðfestur ein nýggj frágreiðing frá granskingarstovnum hjá ES (JRC), sum kastar ljós á tað umfatandi ávirkanin sum dálkingin við plasti hevur á umhvørvið, djór og menniskju kring og í heimshøvunum.

Milliónir av djórum, sum liva í havinum verða hvørt ár sjúk, invalideraði, dálkaði ella dripin av plasti. Plast rekur við havstreymunum kring allan knøttin og er at finna í øllum umhvørvum har heimshøvini eru. Sjálvt tey mest avbyrdu støðini á klótini eru dálkaði við plasti og sjálv í djúpastu høvunum eru tekin um dálking av hesi hervuligu pláguni.

10 tey vanligastu pettini sum reka á havinum og sum eru framleidd úr plasti, eru sigarett filtur (stubbar), plastikk innpakningur til matvørur, plastik fløskur, plastik fløsku proppar, súgvurør ella bestikk, plastik posar (handil), papír-posar, og øl dósir, staðfestir ein kanning, sum var gjørd í 2013. Kanningar vísa at 80% av skrásettu skaðatilburðum við djórum, vóru vegna plastik burturkast.

Eisini hevur burturkast av plastik álvarsama heilsulig árin á djóralívið.

Innrás av fremmandi livandi verðum

Harafturat hevur burturkasti, sum flýtur á havinum beinleiðis ávirkan á alla vistfrøðiligu skipanina, tí hetta vakasandi burturkasti er sera væl egna hjá ymiskum parasittum og livandi verðum at kom út til onnur havøkið, sum tey annars ikki høvdu komið til.

Mett verður at bert í Miðarahavinum reka umleið 250 mia. micro plastik partiklar, sum eru berarar av fremmandum livandi verðum.

Metingar siga at árliga kostar skaðar, sum fiskivinnan í ES far av rekandi plast burturkasti heilar 500 mió. krónur, í beinleiðis mistum fiskidøgum.

Ein kanning, sum varð gjørd í Stórabretlandi vísti, at 71% av havnunum høvdu skrásett skaðar á skipsskrúvur, akker, róður og motor-inntøk orsaka av rekandi plast burturkasti.

Eisini brúka býir fram við Evropeisku strondini nóga orku til at rudda frítíðarstøð og strendur fyri rekandi plast.

Frágreiðingin kann lesast her