Alvi Hjelm úr Ægir vann fyri løtu síðani bronsu í 1500 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við frálíku tíðini 16:11.88.
Alvi Hjelm úr Ægir vann fyri løtu síðani bronsu í 1500 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við frálíku tíðini 16:11.88 bara smá 3 sekund frá føroyska juniormetinum hjá Óla Mortensen frá Reykjavík í januar á 16:09.16. Tað var ein rættiliga harður kampur hjá Alva at røkka heiðursmerki, heilt upp til 1100 metrar lá hann nakrar metrar aftanfyri Laust Moesgaard; men átti Alvi tó orkuna til at draga seg framum og frá dananum. Tíðin var eisini greitt undir kravtíðina hjá SSF til EJM í Poznan í summar, sum er 16:21.80 fyri aldursbólkin hjá Alva og 16:12.53 fyri aldursbólkin 1 ár eldri enn Alvi. Besta tíðin hjá Alva á langgeil er annars 16:22.48 frá NMU í fjør summar. Sí úrslitalistan her.




