Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvur til uppflytarar

Jákup Ósá

Kviki vongurin spælir ikki við AB komandi kappingarár.

Álvur F. Christiansen hevur funnið sær nýtt felag eftir bert eitt ár á Argjum.

Skála boðar í kvøld frá, at Álvur F. Christiansen hevur gjørt sáttmála við uppflytararnar. Álvur hevur spælt við KÍ øll árini fram til í ár, tá hann skifti til AB, eftir at hann flutti til høvuðsstaðin at búgva. Nú er hann fluttur í Eysturoynna at búgva. Nú hava uppflytararnir av Skála tryggjað sær undirskriftina hjá kvika leikaranum, sum kann røkja fleiri ymisk pláss.

Álvur er skrásettur fyri 140 dystir og 21 mál í Effodeildini.