Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alzheimerfelagið kafé tiltak í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Hetta var fjórða tiltakið av sínum slagi har Alzheimerfelagið saman við fakfólki innan lokaløkið skipar fyri almennum kafé tiltaki, hvørs endamál er at fáa eina hóming av, hvussu støðan er, hvat vantar og hvør tørvurin er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra, eins og teimum, ið arbeiða innan økið

Tiltakið í Klaksvík var eins og tey undanfarnu tiltøkini sera væl eyðnað. Uppmøtingin var góð, millum 70 og 80 fólk vóru møtt í hugnaligu hølunum í Spaniastovu. Har vóru fleiri avvarðandi, starvsfólk innan demensøkið og onkur politikari.At tiltakið gjørdist so væleyðnað er ikki minst starvsfólkunum á dagtilhaldinum Búðatrøð at takka eins og leiðaranum fyri Spaniastovu, Jógvan Andrias Joensen.

 

Skráin var henda:

* Vælkomin og kunning um Alzheimerfelagið, Malan Mohr

* Kunning um Demensklinikkina, Marjun Restorff

* Kunning um dagtilboðið, ið Almannaverkið hevur til fólk yngri enn 67 ár, Anna Petra Winther

* Kunning um demenstænastuna í Norðoyggjum, Annika Vágsheyg, leiðari á dagtilhaldinum Búðatrøð

* Jonhard Larsen og Albin Johannesen søgdu sínar søgur um at vera avvarðandi.

* Sangur við Jonhardi Larsen, dóttrini Tórfríð og Jógvani Andriasi Joensen.

 

Síðan var orðið frítt. Niðurstøðan frá hesum tiltakinum er, eins og frá teimum undanfarnu, at tey avvarðandi eru í døpurhuga, tað eru tey, ið gera tað stóra arbeiðið fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, og at her vantar stuðul og forstáilsi frá myndugleikum og nærumhvørvinum. Danska Alzheimerfelagið hevur gjørt eina kanning av júst hesum, hon kann lesast her: https://www.alzheimer.dk/nyheder/2018/paaroerende-rammes-paa-helbred-og-arbejdsliv/

Ein annar trupuleiki, ið var nógv umrøddur, var, at á búplássunum eru ongar demenseindir, og at fakligu førleikar mangla. Hetta elvir sjálvandi til truppulleikar í gerðandisdegnum hjá øllum pørtum.

Eins og nógva aðrastaðni eru tað nakrar eldsálir, ið stríast fyri søkini, men tíverri vantar politiskur og fíggjarligur stuðul fyri at fáa sett tingini í verk, so at Norðoyggjar eins og onnur øki í Føroyum kunnu kalla seg eitt demensvinaligt samfelag. Fyri at náa hesum máli krevst kunning og samstarv, og tí fer Alzheimerfelagið at virka fyri.

Nú verður summarsteðgur, men í septembur er ætlanin at skipa fyri somu tiltøkum í hinum fýra kommunusamstøvunum innan eldraøkið. Síðan er ætlanin at eftirmeta øll kafetiltøkini og við støði í tí at gera nakrar niðurstøður, ið ætlanin er at nýta í einum størri høpi.