Mentanarnáttina í Tórshavn, tann 12. juni 2015, verður í Galerie Focus, Lambagerði 1, www.galeriefocus.com, høvi at síggja málningar, akvarell/pastellir, og litografiir (steinprent) hjá Amariel Norðoy. Opið er kl. 15 – 20.
Mentanarnáttina í Tórshavn, tann 12. juni 2015, verður í Galerie Focus, Lambagerði 1, www.galeriefocus.com, høvi at síggja málningar, akvarell/pastellir, og litografiir (steinprent) hjá Amariel Norðoy. Opið er kl. 15 – 20.
Í sambandi við, at listamaðurin Amariel Norðoy verður 70 ár, 9. oktober 2015, fer Galerie Focus at gera nakað burturúr hesum viðvíkjani gjøgnum árið 2015.
Eisini verður ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy á Norðoyastevnu 5. juni á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering er kl. 15 – 18, og, vinmaðurin, Holgar Jacobsen fer at spæla nakrar sangir.
Heiti á framsýningunum verður “Útrøðrarbørn, sálmar lívsins”, sum pastor Bergur Jacobsen skrivar um:
Málningurin: Útróðrarbørn, sálmar lívsins:
Tá Amariel Norðoy vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg, heima hjá teimum, um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú, so at siga, gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
Útróðrarbørn, sálmar lívsins:
. . . . . vit vóru útróðrarbørn – havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum – havið var lívið! . . . . vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjal Petur, var ein trygd fyri morgindegnum . . .
. . . . . vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru . . . . . havið gevur og havið tók . . . . og vit gleddu okkum til at fara á støð . . . . . har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong.
. . . . . vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfylgja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí tað eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur.
. . . . . vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!?
Pastor, Bergur Jacobsen




