Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsi

Hannefíða Joensen

Í dag grundlógardagin 5. juni kl. 15.00, byrjar listaframsýning við Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Í dag grundlógardagin 5. juni kl. 15.00, byrjar listaframsýning við Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Amariel er føddur í 1945 og kann sostatt hátíðarhalda sín sjeyti ára dag í ár. Í hesum sambandi verður tíðskil eisini eitt sindur gjørt burturúr.

Fernisering verður kl. 15:00 og eru øll hjartaliga vælkomin at njóta listarverkini hjá Amariel og annars heilsa uppá listamannin sjálvan.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, kemur vinmaður Amariels, nevniliga navnframi Holgar Jacobsen at undir halda við tónleiki.

Talan er um eina søluframsýning, sum er ókeypis at vitja í allan juni mánaða, og eru øll hjartaliga vælkomin!

Á Norðoyastevnu verður framsýningin opin:

Fríggjadag 5. juni – Fernisering kl. 15:00 – 19:00

Leygardagin 6. juni – Framsýningin er opin frá kl. 17:00 til 20:00

Sunnudagin 7. juni – Framsýningin er opin frá kl. 14:00 til 20:00

Harleyfacadeacryl