Føroyskir luttakarar verða Eivør, TEITUR, Gestir, Høgni Lisberg og Brandur Enni!
Eitt sindur um tiltakið
Høvuðsfyriskiparar eru Menningarstovan, Norðurlandahúsið og TUTL .
Høvuðskonsertin verður kenda á spælistaðnum NASA í Reykjavík, leygarkvøldið 31. mars 2007. Vónandi fara tónleikarnir eisini at spæla aðrar konsertir í Reykjavík, eitt nú var skipa fyri smærri hugnaligum konsertum á Grandrock til AME í Reykjavík 2006. Møguleiki er eisini fyri onkrari konsert at í øðrum hølum, meira verður at frætta seinni.
Fyrireikararnir vænta hópin av gestum at til konsertina og eisini at íslendskir fjølmiðlar og onnur innnan tónlistavinnuna fara at koma til AME í Reykjavík.
Íslendingar meina at AME tiltakið í 2006 hevur havt við sær størri fokus á førøoyskan tónleik í Íslandi, tí nú verður meira av nýggjari føroyskum tónleiki spældur í íslendskum útvarpi, m.a. tey sum luttóku á AME í Reykjavík í 2006. Fyri at økja enn meira um áhugan enn meira hava vit valt at blanda konsertina við bæði kendum og minni kendum føroyskum nøvnum í Íslandi. Hesi eru Teitur við strúkarum, Eivør Pállsdóttir við orkestrið , Gestir við strúkarum, Brandur Enni duo og Høgna Lisberg við orkestrið. Ætlanin var at Brandur við í 2006, men tá var ikki klárt at nýggja tilfari hjá Brandi, sum nú er klárur at trína á íslendska tónlistapallin við nýggjum tilfarið. RÁS 2 í Íslandi hevur gjørt av at taka upp konsertina og senda hana á páskum 2007.
Høvuðsstuðlar eru Menningarstovaan við stuðli frá Vinnuframagrunnurin, Norðurlandahúsið í Føroyum og Altantic Airways. Aðrir stuðlar m.a. eru Jákup Jakobsen og Sjómansheimið Ørkin og íslendska Vífilfell.




