Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amerikanski herflotin tikið heimins fyrstu lasar-kanón í brúk

John William Joensen

Hettar er ikki eitt rúmdar ævintýr, men veruleiki. Nýggja lasar kanónin virkar sum ein vanligur lasarpennur, sum verður brúktur til at peika við. Fyrimunirnir eru m.a. at nýggja kanónin er óvanliga beinrakin og gevur ikki ljóð frá sær. Um ætlanin er at steðga einum báti, kann kanónin raka einans sjálvan motorin, uttan at gera annan skaða á bátin.

Harafturat skal skjúttin ikki taka hædd fyri veður, frástøðu og vindi, tá skotið verður. Kanónin rakar har tú peikar og ljósstrálan ferðast umleið 50.000 ferðir skjótari enn eitt vanligt skot. Kanónin var tikin í brúk av amerikanska herflotanum fyri trimun árumsíðan, men nú er hon fyri fyrstuferð víst fram alment. Amerikanski herurin royndarkoyrir í løtuni næsta ættarlið av stórum lasarakanónum, sum serliga eru ætlaðar at skjóta niður rakettir, men enn er einki alment komið fram um hesa verkætlanina, sum hevur sín uppruna í stjørnukrígsætlanini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reagan.

Sí her

http://edition.cnn.com/2017/07/17/politics/us-navy-drone-laser-weapon/index.html