Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amerikonsk filmskvinna fylgdi fletting

(Norðlýsið – Tíðindi)

Amerikonsk filmskvinna tók myndir, tá ungi Rasmus Magnusson fletti.

Fríggjadagin var amerikanska filmskvinnan, Serene Fang, í Haraldsundi við upptøktólinum og tók myndir, tá Rasmus Magnusson, sonur Honnu og Árna Magnusson fletti.

Amerikanska filmskvinnan er í Føroyum og tekur tær seinastu myndirnar til eina dokumentarsending, fyri Frontline World, ið er partur av American Public Broadcasting. Í summar var hon eisini í Føroyum saman við øðrum starvsfeløgum og gjørdi upptøkur.

Dokumentarfilmurin, sum upptøkurnar skulu brúkast til, snýr seg í høvuðsheitum um, kviksilvur kanningarnar hjá P. Weihe. Orsøkin er, at Amerikonsku heilsumyndugleikarnir hava brúkt úrslit av hesum kanningum í teirra arbeiði á heilsuøkinum. Tí hevur almenni fjølmiðilin valt at gera eina nærri lýsing av Føroysku kanningunum, og tískil sent eitt filmslið til oyggjarnar.

Nú Serene aftur á vitjan og ger upptøkur, fekk hon høvið at taka myndir av fletting.

Hon heldur, at tað vera forvitnisligt at síggja, hvussu føroyingar skaffa sær sína egnu føði og sjálvir taka sær av at slaktinum. Sera áhugavert helt hon tað vera, at ein ungur drongur tók sær av hesum arbeiðinum.

Serene sigur, um vitjanirnar í Føroyum, at tær hava verið sera spennandi og læruríkar.

Við einum smíli sigur hon, at stórur munur er á føroyska og amerikanska samfelagnum.