Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ánagongan býtt frá Miðtriðinginum og Fyri Norðan Á

Nordlysid

Víða hvar í Føroyum er jørðin útskift hesi seinastu mongu árini, bæði innan- og uttangarðs. Bóndur og ognarmenn hava ofta ynskt og fingið sín egna bø og/ella haga, tó ikki altíð eftir sama leisti. Sigast kann, at helst hevur útskifting verið báðum pørtum at gagni.

Her um okkara leiðir eru nú mong ár síðan Vágshagi, Gerðahagi, Oyrahagi og Árnfarahagi blivu útskiftir. Sum ein hin seinasti í kommununi er nú eisini hagin á Strond útskiftur. Innangarðsútskifting har varð tó framd fyri eini 20 árum síðan.

Hagin á Strond, sum strekkir frá Biskupsstøðhaga norður til Skáltahaga, er 7 merkur, av teim 5 merkur ogn ella óðalsjørð, 2 merkur kongs, ella almenn festijørð jørð. Frá gamlari tíð hevur hagin ligið í trimum hagapørtum: Ánagongan, Miðtriðingur og Fyri norðan Á. Nú útskift er, er almenna jørðin býtt frá, soleiðis at henda umfatar Ánagonguna, ið er heimasti partur, meðan ognarhagin varðveitir hinar báðar norðaru hagapartarnar, sí kortið. Útskiftingarnevndin staðfesti, at ognarhagin varðveitir navnið Strandarhagi, meðan almenni parturin varðveitir navnið Ánagongan. Petur Andreasen, sum hevur røktað hagan í mong ár, hevur festið í Ánagongu. Eigararnir í “nýggja” Strandarhaga eru o.u. 48 í tali tilsamans. Áseyðatalið á Strond, ogn og kongs, er 218 seyð.

Sostatt eru bara Uppsalahagi – og Skáltahagi – eftir at útskifta her um leiðir. Um útskiftingarætlanir eru har, er í løtuni okkum ókunnugt.. – sí kortið niðanfyri: