Fyri løtu síðan bórust tíðindini um at danski statsministarin hevur fingið starvið sum ovasti leiðari í NATO – Amerikanski forsetin hevur ynskt honum tillukku
Tað hevur gingið aftur og fram – tí serliga turkar hava verið ivasamir.
Men fyri løtu síðan bórust tíðindi, at Anders Fogh Rasmussen hevur fingið hægsta starvið, sum nakar danskari hevur havt.
Hetta merkir samstundis, at Fogh fer at boða drotningini frá, at hann trekkir seg sum statsministari.
Samstundis verður roknað við, at næstformaðurin í Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, verður nýggjur statsministari.




